Leita á in.fo

Gunnar Sørensen verður høvuðsvenjari hjá 1. deild kvinnum hjá B36 tað sum eftir er av kappingarárinum

Heri Simonsen 19.08.2017 (12:10)

B36-kvinnurnar hava fingið nýggjar venjarar

1. deild kvinnur hjá B36 hava fingið eitt nýtt venjaratoymið. Aleksandar Djordjevic og Óla Djurhuus hava lagt frá sær. Gunnar Sørensen, Heidi Lava Elgeirsdóttir og Heini Hellisdal Poulsen hava tikið yvir.

 

 

b36.fo skrivar soleiðis um venjaraskiftið: "Tað hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá okkara kvinnum í ár. Í fjør gjørdu kvinnurnar annars stór framstig undir leiðsluni hjá Aleksandar Djordjevic og Óla Djurhuus, men í ár hevur tað ikki eydnast at halda fast í framgongdini.Venjararnir og nevndin eru tí komin til ta felags niðurstøðu, at tað er skilabest fyri allar partar, at nýggjar kreftir sleppa at royna seg.Soleiðis verður tað nýtt venjaratoymi, sum stendur á odda fyri liðnum, tá vit sunnudagin spæla grannauppgerð móti HB.Gunnar Sørensen er settur sum høvuðsvenjari, og afturat sær hevur hann Heidi Lava Elgeirsdóttir og Heini Hellisdal Poulsen. Tey trý koma soleiðis at hava ábyrgdina av liðnum seinastu seks umførini."