B68 vann risa sigur

1.DEILD: Tríggir av heimamonnunum sóu reytt, tá ið toftamenn vunnu stóran sigur á Vágseiði

Stóri spenningurin í næstbestu deildini snýr seg um, um B68 fer at megna at vinna bronsuplássið og harvið fer at tryggja sær pláss í fremstu røð.

Undan hesum umfarinum var B68 fýra stig frá triðja plássi. Hvussu tað verður eftir hetta umfarið er ikki greitt enn, tí fyrsta bríksl í Klaksvík, har NSÍ er á vitjan, var klokkan 16.45.

 

Toftamenn eru á veg norður aftur úr Suðuroy, har teir væl og virðiliga avgreiddu sín setning seinnapartin.

Úrslitið var 8-0 eftir 4-0 í fyrra hálvleiki. Jónleif Højgaard setti hol á í fjúrtanda minutti, Esmar P. Clementsen økti til 2-0 níggju minuttir seinni, so var málverjin hjá heimaliðnum, Ólavur Ludvig, skrásettur fyri at gera sjálvmál, og Pedro Taracon Anton økti átta minuttir undan steðginum til 4-0.

Í seinna hálvleiki skoraðu Sveinur Justinussen, Jann Ingi Petersen (2) og Esmar P. Clementsen fyri aðru ferð.

 

Longu í 27. minutti var ein á heimaliðnum útvístur, og tá ið dómarin, Johan Petur Michelsen, bríkslaði fyri síðstu ferð, hevði hann tríggjar ferðir havt reyða kortið á lofti, og harvið vóru tað síðstu løtuna átta á heimaliðnum ímóti ellivu í B68.

 

Suðringar vóru longu undan hesum umfarinum fluttir niður í 2. deild. Um tað fer at eydnast B68 at flyta upp í bestu deildina fæst at síggja.