Leita á in.fo

B71 hevur vunnið 2. deild í dag. Tað gjørdist veruleiki við einum 4-1 heimasigri á Skála (Mynd: Jóna Nicolajsen)

Heri Simonsen 23.09.2017 (17:10)

B71 hevur vunnið 2. deild

B71 er vinnari av 2. deild, og verður aftur at síggja í 1. deild komandi kappingarár.

 

Í dag vann B71 á heimavølli 4-1 á Skála. Í steðginum var B71 á odda 3-0. Markus Clementsen legði B71 á odda 1-0. Bereket Yacob skoraði tvey tey næstu málini. Jóhan Hendrik Lydersen skoraði fjórða málið. Vit hava ikki fingið staðfest enn hvør skoraði fyri Skála.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eitt prát við leikandi venjaran, Símin Hansen, sum Rás2 gjørdi beinleiðis beint aftaná dysturin á Sandi var liðugur. Símin Hansen er toppskjútti við 17 málum higartil.

 

B71-hópurin fer at feira uppflytingina í kvøld, og nú verður arbeitt við at styrkja hópin til uppgávurnar, sum bíða í 1. deild komandi kappingarár. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her