Báðir finalistarnir skulu finnast mikukvøldið

Soleiðis verða tær triðju og avgerandi hálvfinalurnar leiktar


Julian Olsen og VÍF skulu aftur til Hoyvíkar mikudagin

Julian Olsen og VÍF skulu aftur til Hoyvíkar mikudagin

Eftir øgiliga hálvfinalusunnudagin er greitt, at báðir FM-finalistarnir skulu finnast mikukvøldið.

 

Les eisini: Neistin vann eftir øgiligt drama - H71 basti VÍF

 

Eftir at øll fýra hálvfinaluliðini hava vunnið hvør sín dyst, skal alt avgerast við einum triðja dysti.

Tað verður seint mikukvøldið at vit kenna finalistarnar, tí Hondbóltssamband Føroya hevur, í samstarvi við feløgini, avgjørt at dystirnir verða leiktir soleiðis:

 

Mikukvøldið 27. mars klokkan 18.30: H71 - VÍF (Hoyvíkshøllin)

Mikukvøldið 27. mars klokkan 20.30: Neistin - Kyndil (Høllin á Hálsi)