Barcelona aftur eftir Coutinho

Liverpool skal hava fingið boð upp á yvir eina milliard krónur

Í gjár lat flytingarvindeygað upp aftur og søgurnar um Philippe Coutinho og FC Barcelona halda fram. Í summar vildi brasilski bóltsnillingurin sleppa til FC Barcelona, men Liverpool segði nei, hóast eitt boð á áleið eina milliard krónur.

 

Ein púra óhugsandi upphædd fyri ein spælara, fyri bara einum ári síðani, men treytirnar eru broyttar, eftir Paris Saint-Germain keypti Neymar fyri áleið 1,6 milliard krónur frá FC Barcelona í summar.

 

Spanskir miðlar sum Mundo Deportivo og AS Sport skriva, at FC Barcelona aftur í hesum flytingarvindeyganum hevur Philippe Coutinho sum hægstu raðfesting. Boðið skal liggjum 830 milliónir krónur í útgjaldi, og upp til 300 milliónir krónur, alt eftir hvussu væl hann klárar seg.

 

Coutinho "skaddur"

Kendi viðmerkjarin hjá millum annað Sky Sports, Guillem Balague, sigur í viðmerking, at hann væntar ikki at Philippe Coutinho hevur eina framtíð á Anfield. Spurningurin er bara um skiftið verður í vetur ella í summar.

 

Millum annað verður víst á, at Philippe Coutinho í løtuni er skaddur og ikki fær spælt. Í summar var hann eisini skaddur, tá Liverpool byrjaði kappingarárið, men kláraði at spæla fyri brasilska landsliðið um somu tíð. Eisini verður sagt, at Liverpool hevur bjóðað honum at verða liðskipari og fáa lønarhækkan.

 

Liverpool hevur í hesum flytingarvindeyganum keypt Virgil van Dijk frá Southampton. Hann kostaði 630 milliónir krónur, sum er met fyri ein verjuspælara. Spurningurin er so, um Liverpool allatíð hevur roknað við, at sølan av Philippe Coutinho skuldi fíggja keypið av miðverjanum.

 

Flytingarvingeygað er opið í ein mánað. Millum annað hevur Atletico Madrid nú alment keypt Diego Costa, sum aftur kann spæla fyri høvðusstaðarliðið í Spania, har hann spældi, áðrenn hann skifti til Chelsea.