Leita á in.fo

André Olsen 12.09.2017 (22:03)

Barcelona bankaði finalistarnar

Eftir ein summarsteðg byrjaði Champions League kappingin aftur í kvøld. Og longu í fyrsta umfarinum var eitt brak av einum dysti. Tað var á Camp Nou leikvøllinum í Barcelona, har Barcelona tók ímóti finalistunum frá í fjør, Juventus.

 

Hóast Juventus í fjør kom nógv longur enn Barcelona í Champions League kappingini, sást tað ikki aftur í dystinum í kvøld. Barcelona vann nevniliga sannførandi 3-0 sigur, har tað serliga var Lionel Messi, ið var avgerandi leikarin í dystinum. Lionel Messi skoraði tvey av málunum hjá Barcelona, umframt at hann legði upp til hitt málið, sum Ivan Rakitic skeyt.

 

Sum heild eyðkendu fleiri sannførandi sigrar fyrsta umfari av Champions League kappingini. Manchester United, Bayern Munchen, Chelsea og Paris Saint Germain vunnu øll sannførandi í sínum dystum, har einki av teimum liðunum fekk nakað mál skotið ímóti sær.

 

Úrslitini í Champions League í kvøld vóru hesi:

Bólkur A:

Benfica – CSKA Moskva 1-2

Manchester United – Basel 3-0

 

Bólkur B:

Bayern Munchen – Anderlecht 3-0

Celtic – Paris Saint Germain 0-5

 

Bólkur C:

Chelsea – Qarabaq 6-0

Roma – Atletico Madrid 0-0

 

Bólkur D:

Barcelona – Juventus 3-0

Olympiakos – Sporting 2-3

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her