Barcelona uttan Coutinho

Tvær spennandi áttapartsfinalur eru á skránni í Champions League í kvøld

Í farnu viku byrjaði Champions League kappingin aftur eftir ein vetrarsteðg uppá gott og væl tveir mánaðar. Tá tryggjaðu millum annað Manchester City, Liverpool og Real Madrid sær gott útgangsstøðið.

 

Hesa vikuna vera so nakrar aðrar áttandapartsfinalur spældar. Í kvøld eru tvær av teimum á skránni. Tær eru millum Chelsea og Barcelona í London, umframt Bayern Munchen og Besiktas í Munchen.

 

Til dystin í London er talan um tvey nærum fullmannaði lið. Hjá Chelsea hava einstakir leikarar verið meldaðir ivasamir undan dystinum, men tað verður væntað at teir hava fullmannaðan hóp í kvøld. Hjá Barcelona er greitt, at tveir leikarar ikki vera tøkir. Tað er Philippe Coutinho og Nelson Semedo. Nelson Semedo er leikbannaður til dystin í kvøld, meðan Philippe Coutinho ikki kann umboða Barcelona í Champions League kappingini, av tí at hann hevur umboða Liverpool fyrr í kappingini. Philippe Coutinho hevur harafturat ein smáskaða at dragast við.

 

Hjá Bayern Munchen og Besiktas mangla eisini einstakir profilar. Manuel Neuer er millum annað skaddur hjá Bayern Munchen, meðan Gokhan Tore og Atinc Nukan sita uttanfyri við skaða hjá Besiktas.

 

Báðir dystirnir byrja í kvøld klokkan 19:45.

 

Vit tippa uppgerðirnar í kvøld:

Chelsea – Barcelona 1-1

Bayern Munchen – Besiktas 3-0