Tað var aftur dramatikkur í dag í Alexandra Palace í London, tá fjórðingsfinalurnar í PDC heimsmeistarakappingini vóru. Mest umtalaðu dysturin var millum hollendska Raymond van Barneveld og enska Michael Smith.
Raymond van Barneveld, eisini nevndur Barney, var eitt skifti aftanfyri 3-0 í settum. Tað eydnaðist tó Barney at venda dystinum og vinna 5-4. Eins og tá hann vann á favorittinum, Michael van Gerwen, so var talan um dart á høgum stigi frá 48 ára gamla hollendaranum.
Tað var eisini spenningur í, tá Jelle Klassen vann 5-4 á Alan Norris. Hollendski Jelle Klassen vann fyrr í kappingini á legenduni Phil “The Power” Taylor. Aftur í hesum dystinum helt hann høvdið kalt í avgerandi løtunum.
Stóra vónbrotið í fjórðingsfinalunum í dag var dysturin millum verandi heimsmeistaran, Gary Anderson, og James Wade. Her møtti James Wade illa nokk upp. Gary Anderson spælir væl í løtuni og vann lættliga 5-1. Gary Anderson skal møta Jelle Klassen í hálvfinaluni.
Seinasti dysturin í dag var millum Adrian Lewis og Peter Wright, sum báðir verða mettir sum avbjóðarar til HM gullið. Her vann Adrian Lewis heldur lættliga 5-2. Meðan Adrian Lewis spældi væl allan dystin, so kom Peter Wright ikki í gongd fyrr enn tað var ov seint.
Hálvfinalurnar verða í morgin, meðan finalan verður sunnukvøldið. PDC heimsmeistaraheitið verður víst á TV3 Sport2.
Hálvfinalurnar:
Gary Anderson – Jelle Klassen
Raymond van Barneveld – Adrian Lewis