Leita á in.fo

Jóannes Hansen 11.07.2018 (16:49)

Beinleiðis: KÍ misti á stokkinum

Tað var sama søga hjá KÍ í dýrdarveðrinum í Gundadali í kvøld, sum tað var í gjárkvøldið, tá ið Víkingur átti heimavøll og tapti 2-1 á Svangaskarði.

Gestirnir úr Vilnius eru á veg til hús við 2-1 sigri. Tað eru klaksvíkingar sera vónbrotnir av.

Øll málini vórðu skorað eftir deyðbóltsstøður.

KÍ plagar at vera so sera sannførandi í verju, tá ið mótstøðuliðið hevur dryðbóltsstøður. Soleiðis var ikki í kvøld, tí Zalgiris skoraði bæði málini eftir horna úr vinstru.

Tað fyrra varð skorað fimm minuttir undan steðginum eftir horna úr vinstru.

Tað seinna varð skorað í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat. Aftur var tað eftir horna úr vinstru.

 

Klaksvíkingar eru øgiliga vónbrotnir. Innskifti Jóannes Bjartalíð umsetti brotsspark til mál, og KÍ hevði møguleika eftir horna at leggja seg framum, men fluktarin hjá Ronni Møller-Iversen av brotsteigarmarkinum fór dygst við síðuna av málinum.

 

Myndamaðurin hjá Miðlahúsinum, Álvur Haraldsen, var í Gundadali í góðveðrinum:

http://www.in.fo/myndasavn/album/?tx_yag_pi1

 

KÍ - Zalgiris 1-2 (0-1)

Annað innleiðandi umfar í Europa League

Á Ovara vølli í Gundadali mikudagin 11. juli 2018 kl. 17.00

0-1: Liviu Antal 40.

1-1: Jóannes Bjartalíð br 60.

1-2: Mamadou Mbodj 92.

487 áskoðarar

Dómarabólkur úr Luksemborg: Alain Durieux, David Mateus Santos, Tom Hansen og Frank Bourgnon (4. dómari)

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic (Jóannes Bjartalíð, 53./Kristoffur Jakobsen, 87.), Ólavur Niclasen, Ísak Simonsen – Boris Dosljak, Heðin Askham, Jákup B. Andreasen, Ronni Møller-Iversen (Steinbjørn Olsen, 80.) – Semir Hadzibulic, Páll A. Klettskarð

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Meinhardt P. Joensen, Hjalgrím Elttør, Jóhan Waag Høgnesen, Óli Eyðsteinsson Poulsen

Gult kort: eingin

Venjari: Mikkjal Thomassen

Hjálparvenjari: Jákup Mikkelsen

Zalgiris: Dziugas Bartkus – Rolandas Baravykas, Mamadou Mbodj, Marko Tomic, Donovan Slijngard – Saulius Mikolünas, Venelin Filipov (Marquinhos Carioca, 82.) Slavko Blagojevic, Liviu Antal, Jeremy Philippe Bernard Manzorro (Serge Nyuiadzi, 64.) – Ugochukwu Louis Ogana (Tomás Malec, 74.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Armantas Vitkauskas, Linas Klimavicius, Karolis Uzéla

Gult kort: Liviu Antal 

Venjari: Valdas Urbonas

 

LIÐUGT

1-2

 

92) 1-2

1-2: Mbodj

Hetta var stórt vónbrot. Eftir horna úr vinstru verður mitt fyri málinum og umvegis handara stólpa stútað í málið.

 

90) 1-1

Fýra minuttir lagdir aftrat.

Nú er KÍ aftur oftari á mótstøðuhálvuni.

 

87) 1-1

Kristoffur Jakobsen avloysir Jóannes Bjartalíð.

 

86) 1-1

Jóannes Bjartalíð liggur skaddur á vøllinum, og bæði Óli Eyðsteinsson og Kristoffur Jakobsen gera seg klárar at verða skiftar inn.

 

85) 1-1

Nú gongur tað mesta fyri seg á KÍ hálvuni - frá miðstrikuni og fram til brotsteigarmarkið.

 

79) 1-1

Steinbjørn Olsen avloysir Ronni Møller-Iversen.

 

78) 1-1

Páll A. Klettskarð vinnur horna í høgru, Jóannes Bjaralíð leggur innfyri, málverjin boksar og so heilfluktar Ronni Møller-Iversen av brotsteigarmarkinum og dygst framvið málinum.

 

74) 1-1

487 áskoðarar eru í Gundadali í kvøld.

 

68) 1-1

Leikferðin er lág. Nú er KÍ aftur meiri verjukent soleiðis, sum liðið var, tá ið tað var málleyst.

 

63) 1-1

Zalgiris leggur trýst á. Tað ber tvey horna í høgru við sær, og støðan kennist spent, men tað endar við málsparki til KÍ.

 

60) 1-1

1-1: Jóannes Bjartalíð

Innskifti Jóannes Bjartalíð hevur gjørt hol í sjógvin. Við frísparki legði hann í brotsteigin úr høgru. Eftir eitt sindur av aftur og fram spældi ein av gestunum bóltin við hondini, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki.

Jóannes Bjartalíð setti úr ellivu metrum bóltin dygst úti við stólparótina til vinstru fyri seg sjálvan.

 

57) 0-1

So var tætt við, at gestirnir øktu um leiðsluna. Eftir innlegg úr høgru var hann í góðari støðu, sum royndi við handara stólpa, men bólturin fór skeivu megin stólpan.

 

52) 0-1

KÍ skiftir út. Jóannes Bjartalíð avloysir miðverjan Deni Pavlovic. Tað ber við sær, at Hørður Askham verður fluttur í miðverjuna, Semir Hadzibulic aftur á miðvøllin og Jóannes verður settur undir liðina á Páll A. Klettskarð.

Ivaleyst er Deni Pavlovic skaddur.

 

50) 0-1

Gestirnir eru á bóltinum mest sum alla tíðina.

 

46) 0-1

Zalgiris gevur bóltin upp. Teir somu eru á vøllinum, sum vóru har frá dystarbyrjan.

 

--

Teir fara at undir tak at hvíla seg í fagrastu líkindum í Gundadali, har sólin skínur oman og niðan.

Klaksvíkingar eiga at iðra seg um, at tað stutt undan steðginum eydnaðist gestunum at skora málið, sum teir komu til Føroya at fáa.

Spurningurin er, um KÍ fer at spenna álopsbogan eitt sindur meiri, enn heimaliðið higartil hevur gjørt. Tað kennist ikki at vera so stórur munur á liðunum.

 

HÁLVLEIKUR

0-1

Jóannes K. Danielsen leggur fram úr høgru, Páll A. Klettskarð stútar ímóti málinum, men bólturin fer skeivu megin stólpan.

 

45) 0-1

Tveir minuttir lagdir aftrat.

  

44) 0-1

So var aftur tætt við eftir uppspæl í vinstru og innlegg, men KÍ verjan megnar at beina bóltin burtur.

 

40) 0-1

0-1: Liviu Antal

Eftir horna úr vinstru verður bólturin við fremra stólpa stútaður í KÍ málið. Sera harmuligt tí klaksvíkingar plaga at vera stinnir í verjustøðu í deyðbóltsstøðum.

 

39) 0-0

KÍ leggur við frísparki fram í høgru. Eftir fínt smáspæl leggur Semir Hadzibulc flatt innfyri, og Páll A. Klettskarð er akkurát ov stuttur at stýra bóltin í málið.

 

38) 0-0

KÍ hevur sera gott tak á verjuspælinum, og klaksvíkingar tykjast vera sera tilvitaðir um, at hjá teimum snýr tað seg um at brúka langa tíð, tá ið talan er um deyðbóltsstøður.

 

34) 0-0

Zaligiris spælir sjónleik í KÍ brotsteiginum og vil hava dómaran at hoppa uppá tað og døma brotsspark. Tað ger dómarin ikki, men sjónleikarin sleppur undan gula kortinum, sum hann so avgjørt átti at fingið.

 

32) 0-0

Jákup B. Andreasen gevur fríspark á brotsteigarmarkinum í høgru álopssíðu hjá gestunum. Tað endar við fløtum innleggi, áðrenn tað verður smekkað til av brotsteigarmarkinum og mitt fyri, men Kristian Joensen bjagar væl.

 

30) 0-0

Ongin málmøguleiki og KÍ er nú fyri tað mesta í verjustøðu.

 

25) 0-0

Zalgiris hevur góða støðu við frísparki frammarlaga í vinstru, men KÍ verjan fær ruddað bóltin burtur.

 

23) 0-0

KÍ er aftur tætt við. Jákup B. Andreasen leggur við frísparki fram í høgru, har Páll A. Klettskarð við høvdinum leggur innfyri dygst undir málið, men málverjin er fyrri á bóltinum enn klaksvíkingarnir.

 

21) 0-0

Nú var tætt við, at KÍ skoraði. Ronni Møller-Iversen legði við frísparki innfyri úr vinstru, og málverjin boksaði akkurát bóltin burtur, áðrenn Páll A. Klettskarð fekk sett krúllin undir hann.

 

18) 0-0

Nú hevur Zalgiris bóltin mesta partin av tíðini. Gestirnir samanspæla væl, og nú høvdu teir fyrstu royndina ímóti KÍ málinum, men bólturin fór væl við síðuna av uttan at tað á nakran hátt kendist vera vandamikið.

 

16) 0-0

Jákup B. Andreasen liggur á vøllinum, og hann tykist hava rættiliga ilt. Men so reisir hann seg aftur, tí betur.

 

13) 0-0

Ronni Møller-Iversen vinnur KÍ horna í høgru, men tað spyrst einki burturúr.

 

09) 0-0

Zalgiris vinnur horna í vinstru, men eftir innlegg endar tað við málsparki.

 

06) 0-0

Eftir uppspæl í vinstru og innlegg roynir Ronni Møller-Iversen seg av brotsteigarmarkinum, men bólturin fer út til málspark.

 

05) 0-0

Tað er friðarligt. KÍ hevur verið meiri á bóltinum, men hvørki liðið hevur vunnið seg til málmøguleika.

 

01 ) 0-0

KÍ gevur bóltin upp. Klaksvíkingar verja syðra málið.

 

00) 0-0

KÍ er í somu útgávu sum hóskvøldið, tá ið tað við 2-1 sigri ímóti maltesiska Birkirkara eydnaðist fyri fyrstu ferð nakrantíð at vinna liðið víðari í europeiskari kapping.

Hóskvøldið var Jóannes Bjartalíð als ikki á listanum. Hann hevur verið skaðadarvaður, men í kvøld er hann á beinkinum.

 

00) 0-0

Dómararnir eru úr Luksemborg: Alain Durieux, David Mateus Santos, Tom Hansen og Frank Bourgnon (4. dómari)

 

00) 0-0

Líkindini at spæla fótbólt eru fín á ovara vølli í Gundadali.

 

KÍ - Zalgiris kl. 17.00

Annað innleiðandi umfar í Europa League

Á Ovara vølli í Gundadali

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic, Ólavur Niclasen, Ísak Simonsen – Boris Dosljak, Heðin Askham, Jákup B. Andreasen, Ronni Møller-Iversen – Semir Hadzibulic, Páll A. Klettskarð

Á beinkinum: Meinhardt P. Joensen, Jóannes Bjartalíð, Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jakobsen, Steinbjørn Olsen, Jóhan Waag Høgnesen, Óli Eyðsteinsson Poulsen

Venjari: Mikkjal Thomassen

Hjálparvenjari: Jákup Mikkelsen

Zalgiris: Dziugas Bartkus – Rolandas Baravykas, Mamadou Mbodj, Marko Tomic, Donovan Slijngard – Saulius Mikolünas, Venelin Filipov, Slavko Blagojevic, Liviu Antal, Jeremy Philippe Bernard Manzorro – Ugochukwu Louis Ogana

Á beinkinum: Armantas Vitkauskas, Linas Klimavicius, Tomás Malec, Marquinhos Carioca, Serge Nyuiadzi, Karolis Uzéla

Venjari: Valdas Urbonas


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her