Leita á in.fo

Hoyr Trónd Arge siga frá teimum fimm málunum á Rás2. Oddbjørn Joensen var viðmerkjari

Jóannes Hansen 13.06.2018 (20:05)

Beinleiðis: Dreymafinalan í Gundadali er veruleiki

Sunnudagin hittast HB og B36 í landskappingardysti í Gundadali. Talan verður um sera týdningarmikla uppgerð. Serliga fyri B36 er tað týdningarmikið at vinna fulla úrtøku. Um tað ikki eydnast, so verður fjarstøðan frá B36 og fram til oddaliðið HB tólv stig, og so verður tað heilt víst, at B36 fer ikki at vinna FM í 2018.

Møguleikin hjá B36 at kvalifisera seg í eurpeisku kappingina sum vinnari av heiðursmerkjum verður tá eisini ikki so stórur.

 

Í kvøld er tað greitt, at B36 og HB eisini fara at hittast í steypafinaluni. Tað verður leygarkvøldið 25. august. Eingin ivi er um, at HB fer at vinna seg í europeiska kapping næsta summar. Sannlíkt sum FM vinnari og undir øllum umstøðum sum vinnari av heiðursmerkjum.

 

AB legði bragdliga fyri á heimavølli og legði seg framum við brotssparki. Tá var í lítla løtu spenningur um samantalda úrslitið.

HB javnaði heilt skjótt, og tað tók luftina úr spenninginum.

Tað endaði við, at HB vann 4-1. Tvey tey síðstu málini vórðu skorað í evstu løtu.

 

At B36 og HB hittast í steypafinaluni er ikki komið fyri síðani 1991, tá ið B36 vann 1-0.

 

 

HB hevur ikki vunnið steypakappingina síðani 2004, tá ið úrslitið var 3-1 ímóti NSÍ. Síðani hevur HB tapt tvær finalur – 4-3 tap ímóti EB/Streymi í 2007, og í 2014 1-0 tap ímóti Víkingi.

 

 

Fyrr í dag vann B36 4-0 á útivølli ímóti Suðringum og harvið finaluplássið við samantalt 8-2.

 

AB - HB 1-4 (1-1)

Seinna hálvfinala í kappingini um løgmanssteypið

HB í finaluna við samantalt 6-1

1-0: Bárður Olsen br

1-1: Lasse Andersen

1-2: John Frederiksen

1-3: Dan í Soylu

1-4: Niklas Kruse

 

http://www.in.fo/myndasavn/album/?

---

LIÐUGT

1-4

 

91) 1-4

1-4: Niklas Kruse

Tróndur Jensen er púra blankur og velur at leggja bóltin fyri føturnar á Niklas Kruse, sum skorar, og nú var málmunurin stórur. 

 

90) 1-3

1-3: Dan í Soylu

Innskifti Niklas í Soylu strýkur til baklinjuna í høgru og leggur flatt út frá til Dan í Soylu, sum skorar eitt flott mál.

 

84) 1-2

GULT KORT. Rasmus Dan Sørensen hjá AB sær gult fyri fríspark ímóti Dan í Soylu.

 

78) 1-2

HB skiftir út: Niklas Kruse avloysir Adrian Justinussen.

GULT KORT. Magnus Egilsson, HB, fyri fríspark.

 

72) 1-2

HB skiftir út: Av vøllinum fer Brynjar Hlöðversson, sum hevur sæð gult, og á vøllin verður settur Daniel Johansen.

 

69) 1-2

1-2: John Frederiksen

Fínt miðframherja mál ber við sær, at HB hevur tryggjað sær pláss í finaluni. Hann temur og sneiðir runt seg sjálvan, áðrenn hann setur bóltin í málið.

 

67) 1-1

Ein av HB spælarunum hevur gult kort á kontu. Tað er miðverjin Lasse Andersen. Um hann sær gult í kvøld, so verður hann leikbannaður í finaluni.

Tróndur Jensen og Brynjar Hlöðversson sóu gult fyri løtu síðani. Hetta var fyrsta gula kortið hjá teimum í steypakappingini í ár. Um teir fáa gult einaferð aftrat í kvøld, so verða teir leikbannaðir sunnudagin ímóti B36.

 

66) 1-1

HB skiftir út: John Frederiksen avloysir Ari Mohr Olsen.

AB skiftir út: Mikkjal Hentze fer skaddur av vøllinum, og Ragnar Skála verður skiftur inn.

 

GULT KORT. Sørin Samuelsen, AB, fyri fríspark

 

62) 1-1

GULT KORT. Tróndur Jensen, HB, fyri fríspark.

 

61) 1-1

Bartal S. Petersen avloysir Teitur D. Olsen hjá AB.

 

60) 1-1

AB skiftir út:

Beinir Henriksen avloysir Árna G. Olsen.

 

58) 1-1

GULT KORT. Brynjar Hlöðversson fyri fríspark.

 

46) 1-1

HB vinnur beinanvegin horna í vinstru. Tað verður lagt stutt til Adrian Justinussen, sum smekkar til, og støðan er spent í AB brotsteiginum, áðrenn 44 ára gamli Geza Turi, sum í kvøld verjir AB málið, fær fatur á bóltinum.

 

HÁLVLEIKUR

1-1

Fínt fótbóltsspæl, bæði liðini hava lagt nógv fyri og lagt nógv í at spæla fótbólt og ikki at sparka.

Samantaldi spenningurin er burtur, eftir at HB skoraði á útivølli, men tað eru vánir fyri góðum undirhaldi eisini í seinna hálvleiki.

Í staðin fyri 1-1 kundi støðan verið 3-3, tá ið hugsað verður um málmøguleikarnar í fyrra hálvleiki.

 

38) 1-1

Framvegis fínt undirhald, og AB vísir framvegis góðan hugburð. Heimamenninir stríðast nógv og royna at samanspæla.

 

32) 1-1

Filip í Liða verður spældur snilt fram ímillum og er púra leysur, tá ið hann eitt sindur úr vinstru og úr fjúrtan metrum roynir seg, men Teitur Matras Gestsson bjargar. Stórur AB møguleiki at leggja seg framum aftur.

 

30) 1-1

1-1: Lasse Andersen

Eftir horna úr vinstru er tað miðverjin Lasse Andersen, sum er hægstur og stútar bóltin í AB málið. Útivallarmálið ber við sær, at AB nú skal skora trý mál aftrat fyri at vinna seg í finaluna.

 

29) 1-0

1-0: Bárður Olsen br

Hetta man vera eitt tað bíligasta brotssparkið, sum eg nakrantíð havi sæð, og eg havi fingist við fótbólt síðani 1972, sigur viðmerkjarin hjá Rás2 Oddbjørn Joensen.

Jógvan Rói Davidsen legði hondina á økslina á Filip í Liða, sum var spældur innum. Tað roknaði dómarin at vera brotsspark.

 

19) 0-0

Nú pressar HB á. Adrian Justinussen smekkar til, og bólturin brestur í tvørtræið.

 

18) 0-0

Geza Turi stórbjargar, tá ið Ari Mohr Olsen eftir innlegg úr høgru roynir seg við skoti úr seks metrum! 

 

16) 0-0

Fínt fótbóltsspæl og gott undirhald á Argjum.

 

12) 0-0

Eftir verjukiks í vinstru hjá AB, er Ari Mohr Olsen í góðari støðu, tá ið hann roynir at lyfta bóltin upp um uttarlaga stadda Geza Turi, sum í kvøld verjir AB málið, men málverjin bjargar.

 

10) 0-0

HB vinnur fyrsta horna - í vinstru, men tað spyrst einki burturúr.

 

09) 0-0

So var um reppið, at HB legði seg framum. Eftir innlegg úr høgru smekkaði Dan í Soylu til av brotsteigarmarkinum, og bólturin brast í tvørtræið.

 

07) 0-0

AB vísir fínan hugburð, og heimamenninir hava higartil vunnið nærdystirnar.

Teir arbeiða fyri at skora málið, sum kann fáa spenning í.

 

05) 0-0

Tað regnar og lotið er frískt á Argjum íkvøld.

 

01) 0-0

AB hevur risa møguleika at leggja seg framum. HB kiksar í verju, og Rasmus Dan Sørensen hevur góðan møguleika, men hann velur at royna at sneiða framvið HB málverjanum í staðin fyri at lyfta upp um málverjan, sum er uttarlaga staddur.

 

00) 0-0

Seinnapartin vann B36 4-0 á útivølli ímóti Suðringum. Harvið hevur B36 við samantalt 8-2 vunnið seg í finaluna um løgmanssteypið. Um finalan leygarkvøldið 25. august verður ímóti AB ella HB verður avgjørt á Argjum næstu løtuna.

HB vann fyrru hálvfinaluna 2-0 í Gundadali.

 

AB – HB kl. 18.00

Seinna hálvfinala

HB vann fyrru hálvfinaluna 2-0

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

Hjálpardómarar: Dan Højgaard og Regin Egholm

AB: Geza Turi – Jákup Pauli Breckmann, Árni G. Olsen, Sørin Nygaard Samuelsen, Jónas Stenberg,  Filip í Liða, Mikkjal T. Hentze, Bárður Olsen, Teitur D Olsen, Bjarki C. Nielsen

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Lasse Thillitz Andersen, Magnus Egilsson, Adrian Justinussen, Brynjar Hlöðversson, Tróndur Jensen, Símun Samuelsen, Dan í Soylu, Ari Mohr Olsen


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her