Leita á in.fo

Jóannes Hansen 13.06.2018 (16:52)

Eingin hevur smakkað steypasigur áður

B36 hevur við trivaligum 4-0 sigri í Trongisvági seinnapartin spælt seg í steypafinaluna, sum verður leygarkvøldið 25. august. B36 vann fyrru hálvfinaluna 4-2 og harvið samantalt 8-2.

Um talan verður um fyrstu finaluna ímóti HB síðani 1991, ella um talan verður um fyrstu finaluna nakrantíð ímóti AB fæst at vita seinni í kvøld, tá ið AB tekur ímóti HB. Har er HB favorittur, tí tað endaði við 2-0 heimasigri í Gundadali.

Fyrsta bríksl á Argjum verður klokkan 18.

 

Eingin av spælarunum, sum nú manna B36 liðið, hevur roynt at vinna kappingina um løgmanssteypið.

B36 tapti steypafinaluna í fjør 1-0 ímóti NSÍ, og í 2008 tapti B36 3-2 ímóti EB/Streymi.

Síðsta ferðin, at B36 vann steypafinaluna, var í 2006 ella fyri tólv árum síðani. Tá vann B36 2-1 ímóti KÍ. B36 málini ta ferðina skoraðu Fróði Benjaminsen og Sylla Amed Davy.

Eingin av B36 spælarunum, sum í dag vóru á vøllinum við Stórá, hava roynt at vinna steypakappingina.

 

Sigur í steypakappingini er trygga leiðin hjá B36 út í Europa næsta summar. Tað eru nógvir B36 áskoðarar í Suðuroy í dag, og tað var góður hýrur kring vøllin.

 

 

Heimaáskoðararnir vóru eisini nógvir. Eftir hálvan tíma var B36 frammanfyri 3-0, og harvið vistu Suðringar, at tað ikki verður í ár, at teirra lið fór at spæla seg í steypafinaluna fyri fyrstu ferð.

 

Suðringar - B36 0-4 (0-3)

Seinna hálvfinala í kappingini um løgmanssteypið

B36 fer í finaluna við samantaldum 8-2 sigri

0-1: Benjamin Heinesen

0-2: Kaimar Saag

0-3: Odmar Færø

0-4: Kaimar Saag

Dómari: Petur Reinert

 

----

LIÐUGT

0-4

 

85) 0-4

Regin í Lágabø avloysir Salmund Bech hjá Suðringum.

 

80) 0-4

Eirikur Magnusarson bjargar á strikuni, tá ið Meinhard E. Olsen roynir seg úr góðari støðu.

Dánjal Godtfred fer av vøllinum, og nýggjur maður á heimaliðnum er Hávard Albinus.

 

78) 0-4

Suðringar missa aftanfyri miðstrikuna, tað verður spælt fram til Benjamin Heinesen, sum er blankur, tá ið hann eitt sindur úr høgru lyftir bóltin framvið Rana N. Johannesen í heimamálinum, og bólturin stiklar dygst skeivu megin handara stólpa.

 

72) 0-4

Ari Krosslá Poulsen avloysir Búa Egilsson hjá Suðringum.

 

69) 0-4

Dánjal Godtfred liggur skaddur á vøllinum, og tað er steðgur í spælinum. Hann reisist aftur og kemur aftur á vøllin.

 

61) 0-4

B36 skiftir málverja: Rói Mørk Hentze avloysir Trygva Askham.

B36 skiftir eisini Erlend Magnusson út. Robert Heðin Brockie verður skiftur inn.

 

58) 0-4

Suðringar hava risa møguleika at minka um munin, tá ið B36 verjan kiksar, men bólturin fer skeivu megin stólpan.

 

55) 0-4

0-4: Kaimar Saag

Eftir uppspæl í vinstru og út frá er Kaimar Saag blankur fyri málinum, tá ið hann úr stuttari fjarstøðu lyftir bóltin upp í nettakið.

 

54) 0-4

Hugin Samuelsen verður skiftur inn á B36 liðið. Av vøllinum fer Lukasz Cieslewicz.

 

52) 0-3

B36 hevur risa møguleika, men eftir diagonalsending úr visntru misnýtir Meinhard E. Olsen fyri opnum máli og ein metur frá handara stólpa.

 

50) 0-3

B36 álop endar við, at Meinhard E. Olsen roynir seg við skoti úr vinstru og av brotsteigarmarkinum, og Rani N. Johannesen bjargar væl.

 

48) 0-3

Suðringar vinna horna í vinstru, men tað spyrst einki burturúr.

 

46) 0-3

B36 gevur bóltin upp.

 

B36 legði bragdliga fyri. Tað bar 3-0 leiðslu við sær, og harvið er B36 samantalt frammanfyri 7-2. Síðsta korterið hevur B36 fokuserað meiri á verjupartin. Harvið hevur heimaliðið havt bóltin meiri, men B36 hevur havt eins nógvar møguleikar sum mótstøðuliðið.

 

Hjá B36 snýr tað seg nú um at ansa eftir, at talan ikki verður um leikbann í finaluni. Tveir av teimum ellivu, sum eru á vøllinum hava sæð gult í hesi kappingini. Ásetingarnar siga, at tvey gula kort bera leikbann við sær í steypakappingini.

B36 spælararnir, sum hava sæð gula kortið í kappingini um løgmanssteypið, eru Alex Mellemgaard og Lukasz Cieslewicz.

Triði B36 spælarin, sum hevur gult kort á kontu, er Robert Heðin Brockie, sum ikki hevur verið á vøllinum í fyrra hálvleiki.

 

HÁLVLEIKUR

0-3

 

45) 0-3

Ein minuttir lagdur aftrat.

 

40) 0-3

B36 hevur tikið seg longri aftur á vøllin. Tað snýr seg um at verja og dúva upp á kontra. Suðringar fáa harvið meiri frið at spæla, men tað er torført at finna lykilin til málmøguleikar.

 

36) 0-3

B36 trýstið er linkað eitt sindur. Nú legði Salmundur Bech flatt innfyri úr vinstru, og Búi Egilsson var akkurát ov seinur fram at stýra bóltin í málið.

 

33) 0-3

Eftir langa framlegging er Búi Egilsson í góðari støðu, men tað spyrst einki burturúr.

 

30) 0-3

Eftir bestu løtuna hjá Suðringum verður Meinhard E. Olsen brádliga leysur frammanfyri Rana N. Johannesen í heimabrotsteiginum, og í tvídystinum er málverjin tann stinnari.

 

26) 0-3

0-3: Odmar Færø

Horna verður lagt innfyri úr høgru, og við handara stólpa og sjey metrar úr málinum er Odmar Færø hægstur, tá ið hann stútar bóltin dygst undir samankomingini.

Nú er brekkan øgiliga brøtt hjá Suðringum. B36 hevur skorað fleiri útivallarmál, enn Suðringar skoraðu í Gundadali.

 

25) 0-2

0-2: Kaimar Saag

Eftir fínt álop í høgru og í hitt borðið leggur Meinhard E. Olsen flatt innfyri, og dygst undir málinum er Kaimar Saag púra blankur, tá ið hann stýrir bóltin upp í nettakið.

 

23) 0-1

Yvirhøvur einki bendir á, at B36 ætlar at leggja seg at verja leiðsluna. Tað kemur aftur og aftur fyri, at allir útispælararnir eru á heimahálvuni.

 

18) 0-1

0-1: Benjamin Heinesen

Heimaverjan tøvir eitt sindur, og so smekkar Benjamin Heinesen eitt vet úr høgru og flatt í handara síðunetið. Kaimar Saag átti uppleggið.

Sera týdningarmikið mál á útivølli hjá B36.

 

15) 0-0

B36 pressar mótstøðuliðið frammarlaga. Tað ber við sær, at heimamenninir eru kroystir beinanvegin, tá ið teir royna at samanspæla á egnari hálvu.

 

10) 0-0

B36 vinnur horna í vinstru, Lukasz Cieslewicz leggur innfyri, men einki spyrst burturúr.

B36 er leikliga omaná.

 

09) 0-0

B36 fær fríspark á brotsteigarmarinum og eitt vet til høgru. Alex Mellemgaard roynir við frísparki, men tað spyrst einki burturúr. Bólturin fer í manngarðin, og B36 ger fríspark.

 

07) 0-0

Hóast tað er yrkadagur og harvið skúlagongd og arbeiði, so eru nógv við haldsfólk - bæði hjá Suðringum og B36.

 

05) 0-0

Bæði liðini hava verið í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum í sambandi við langt innkast.

 

01) 0-0

Fín líkindi - sirm og lítið og einki lot.

 

00) 0-0

 

LØGMANSSTEYPIÐ

Suðringar – B36 kl. 15.00

Seinna hálvfinala í kappingini um løgmanssteypið

Fyrra hálvfinala endaði 4-2 til B36

Dómari: Petur Reinert

Hjálpardómarar: Arni Rasmussen og Petur Páll Winther Hentze

Suðringar Rani N. Johannesen – Dánjal Godtfred, Isaac Shaze, Salmundur Bech, Búi Egilsson, Stefan Rasosavljevic, Eirkur Magnusarson, Heri Kjærbo, Teitur Olsen, John Villi Wøldike, Ibrahim Arifovic

B36: Trygvi Askham, Andrias H. Eriksen, Odmar Færø, Eli Falkvard Nielsen, Meinhard E. Olsen, Kaimar Saag, Lukasz Cieslewicz, Alex Mellemgaard, Benjamin Heinesen, Erlendur Magnusson, Magnus Holm Jacobsen


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her