Leita á in.fo

Jóannes Hansen 10.07.2018 (21:10)

Sølvi: Vit hava ikki lagt kongin

Hóast 2-1 tap á Svangaskarði í kvøld ímóti finska meistaraliðnum HJK Helsinki, so fer Víkingur ikki til Finnlands um eina viku fyri at avmarka tapið og harvið at seta punktum í europeisku meistarakappingini.

-Tað var harmuligt, at vit taptu, men avrikið í seinna hálvleiki var so mikið gott, at tað eigur at bera møguleikar við sær. Vit eiga at megna at halda tætt í verjuni, og so er avbjóðingin, at vit skora mál, sigur Víkinga veteranurin Sølvi Vatnhamar.

 

Víkinga venjarin, Sigfríður Clementsen, sigur seg ikki vera misnøgdan við avrikið, men hann harmast um tapið:

-Teir skoraðu tvey mál, men høvdu bara ein málmøguleika í fyrra hálvleiki. Í steðginum tosaðu vit um tingini, og tað varð betri í seinna hálvleiki, tí spælararnir fluttu seg eitt sindur longri fram. Eg eri samdur í, at vit framvegis hava møguleika at vinna okkum víðari í kappingini, men talan er um stóra avbjóðing, tí vit skulu skora tvey mál, meðan teir einki mál skulu skora. Vit fara ikki at leypa fyrilitarleyst á. Tað ræður um at skora eitt mál og so at taka tað harfrá, sigur Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen, og hann heldur fram:

 

-Vit kunnu fegnast um, at vit nú eru fleiri, tí Karl Løkin var í kvøld við fyri fyrstu ferð, og Andreas Lava Olsen verður eisini tøkur.

 

Álvur Haraldsen, myndamaður í Miðlahúsinum, var á Svangaskarði, og her ber til at síggja avrikið hjá honum

http://www.in.fo/myndasavn/album/?tx_yag_pi1

 

Víkingur - HJK Helsinki 1-2 (0-2)

Dómarabólkur úr Írlandi: Robert Hennessy, Allan Lynch, Dermut Broughton og Rob Rogers (fjórði dómari)

0-1: Sebastian Dahlstrøm 9.

0-2: sjálvmál 29.

1-2: Gunnar Vatnhamar 51.

Víkingur: Elias Rasmussen – Elias Lervig, Atli Gregersen, Adrian Cascaval, Hanus Jacobsen – Heðin Hansen (Karl Løkin, 74.), Gunnar Vatnhamar (Hans Jákup Lervig, 89.),  Hans Jørgen Djurhuus (Dennis Moreno, 59.), Philip Djordjevic – Sølvi Vatnhamar, Adeshina Lawal

Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus, Heðin Hansen, Adrian Cascaval, Philip Djordjevic

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bárður á Reynatrøð, Hjalti Strømsten, Pól Enok Hansen, Tonni Thomsen

Venjari: Sigfríður Clementsen

HJK Helsinki: Maksim Rudakov – Roni Peiponen (Valtteri Vesiaho, 46.), Faith Obilor, Hannu Patronen, Rafinha – Anthony Annan, Sebastian Dahlström – Riku Riski (Eetu Vertainen, 80.), Moshtagh Yaghoubi, Evans Mensah – Joao Klauss De Mello

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Markus Uusitalo, Nikolai Alho, Filip Vanencic, Enoch Banza, Kevin Kouassivi-Benissan   

Gult kort: Hannu Patronen, Moshtagh Yaghoubi

Venjari: Mika Lehkosuo

 

 

---

Hóast tað í seinna hálvleiki eydnaðist at minka um munin, so eydnaðist tað ikki Víkingi at vinna stig í fyrra dystinum í innleiðandi umfarinum í europeisku meistarakappingini.

Í fyrra hálvleiki vóru gestirnir omaná, og tá eydnaðist tað teimum at skora tvey mál, sum eisini stóðust av ikki so sannførandi verjuspæli hjá Víkingi.

Í seinna hálvleiki var Víkinga liðið betri tunað inn á mótstøðuliðið, og tá var eingin munur á liðunum. Gunnar Vatnhamar minkaði um munin, og víkingarnir stríddust fyri at javna, uttan at tað eydnaðist.

 

Víkingur skal um eina viku spæla í finska høvuðsstaðnum. Um tað ikki eydnast Víkingi at vinna seg víðari í meistarakappingini, so verður nýggjur møguleiki í Europa League.

 

Í kvøld var saknur í framrættaða Andreas Lava Olsen, sum ikki var við í kvøld, tí hann var leikbannaður. Hann verður við um eina viku.

 

LIÐUGT

1-2

 

90) 1-2

Tríggir minuttir lagdir aftrat.

 

88) 1-2

Hans Jákup Lervig avloysir Gunnar Vatnhamar.

 

87) 1-2

GULT KORT. Yaughobi fyri at filma.

 

84) 1-2

GULT KORT. Patronen fyri sum aftasti maður við hondini at toga beinini undan Adeshina Lawal, áðrenn hann tekur bóltin við hondini.

GULT KORT. Adrian Cascaval fyri at mótmæla at finski verjuspælarin ikki sá reytt fyri neyðbremsuna.

 

80) 1-2

Víkinga spælararnir vísa framvegis góða hugburðin, sum teir hava víst alla tíðina, og taktikkurin riggar betri nú, enn hann gjørdi í fyrra hálvleiki. Tað gongur javnt á, og í løtuni er tað fyri tað mesta millum brotsteigarnar báðar, at bólturin ferðast.

 

73) 1-2

Karl Løkin avloysir Heðin Hansen á Víkinga miðvøllinum. Gunnar Vatnhamar verður fluttur í høgru, og Karl Løkin verður sentralur miðvallari. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at Karl Løkin umboðar Víking. Hann skifti fyri stuttum úr NSÍ og til Víking.

 

70) 1-2

Gestirnir spæla skjótt, og nú hava teir í fimm minuttir og uttan steðg í spælinum verið í álopi. Hetta er øgiliga strevið hjá víkingunum.

 

65) 1-2

Fínt Víkinga álop. Væl upplagdi Philip Djordjevic spælir sera snilt Adeshina Lawal leysan í brotsteiginum, men verjan blokerar akkurát, tá ið hann skal skjóta ímóti málinum.

 

63) 1-2

GULT KORT: Heðin Hansen sær gult fyri fríspark miðsekðis á Víkinga hálvuni. Tað verður lagt innfyri, men tað endar við málsparki.

 

62) 1-2

Víkingur hevur væl betri tak á verjuspælinum nú, enn talan var um í fyrra hálvleiki, tá ið tað ofta kendist sum um, at finnlendingarnir vóru yvirmannaðir.

 

60) 1-2

Adeshina Lawal vinnur Víkingi horna í vinstru, men tað spyrst einki burturúr.

 

59) 1-2

Víkingur skiftir út: Dennis Moreno avloysir Hans Jørgen Djurhuus.

 

53) 1-2

So var heilt tætt við, at Víkingur javnaði. Philip Djordjevic er arkitektur í skjótum álopi, sum endar við fløtum innleggi úr høgru. Heðin Hansen smekkar til av brotsteigarmarkinum, men bólturin kemur júst har, sum málverjin stendur.

 

51) 1-2

1-2: Gunnar Vatnhamar

Sølvi Vatnhamar leggur við frísparki eitt vet úr vinstru út um handara stólpa, har Gunnar Vatnhamar hegnisliga lyftir bóltin uppum málverjan og niður í handara síðunetið.

 

47) 0-2

GULT KORT: Hans Jørgen Djurhuus fyri fríspark.

 

46) 0-2

Víkingur gevur bóltin upp.

HJK Helsinki hevur skift út: 

--

Teir eru farnir at hvíla seg á Svangaskarði eftir fyrra hálvleik, har gestirnir hava verið væl meiri sannførandi og eru frammanfyri 2-0.

Tølini siga, at Víkingur hevur havt eitt horna og trý vandamikil álop. Bara ein roynd hevur verið ímóti málinum, og tá sendi Adeshina Lawal bóltin væl omanfyri málið.

 

 

HJK Helsinki hevur havt fýra hornaspørk. Í níggju førum hevur talan verið um vandamiklar støður í Víkinga brotsteiginum. Fýra royndir hava verið innanfyri málkarmin, tvær ferðir hevur verjan blokerað, og í eina førinum varð bólturin sendir við síðuna av málinum. 

 

HÁLVLEIKUR

0-2

 

45) 0-2

Víkingur tiltuskar sær horna í høgru. Eftir aftur og fram smekkar Adeshina Lawal til, men bólturin fer væl omanfyri málið.

 

45) 0-2

Tveir minuttir lagdir aftrat.

 

45) 0-0

Elias Rasmussen bjargar til horna í handara borði eftir skotroynd úr høgru.

 

38) 0-2

Víkingarnir royna framvegis at leggja dent á at samanspæla. Tað er torført at fáa nakað burturúr, tí mótstøðumenninir vísa seg at vera so skjótir á fyrstu metrunum.

 

29) 0-2

0-2: Joao Klauss De Mello

So var aftur mál, og eftir lítlan hálvan tíma tykist leikluturin hjá Víkingi í europeisku meistarakappingini at vera mest sum av. Hetta málið varð skorað eftir innlegg úr høgru. Verjuspælið hjá Víkingi var ikki sannførandi.

 

25) 0-1

Víkingarnir eru nærlagdir í samanspælinum. Avbjóðingin er, at finnlendingarnir flyta fýra spælarar fram í fremstu røð, tá ið teir fáa fatur á bóltinum. Tað ber við sær, at víkingarnir kenna seg noyddar at flyta fólkið langt aftur, og tá verður torført at fáa bóltin fram aftur á vøllin.

 

21) 0-1

Víkingur leggur við frísparki fram í brotsteigin, men tað spyrst einki burturúr.

 

19) 0-1

Gestirnir eru í gulum troyggjum, brókum og hosum. Nú høvdu teir fríspark, men við royndini úr 24 metrum varð bólturin smekkaður væl við síðuna av málinum.

 

15) 0-1

Víkingur vísir framvegis væl skipað verjuspæl, men tað er sjálvandi mótbrekka, tá ið mótstøðuliðið so tíðliga hevur lagt seg framum á útivølli.

 

09) 0-1

0-1: Sebastian Dahlstrøm

Við skoti av brotsteigarmarkinum verður bólturin settur upp í málhornið.

 

07) 0-0

Fínt Víkinga álop sum endar við, at tað verður lagt innfyri, har finski málverjin er hægstur og tekur bóltin.

 

05) 0-0

HJK Helsinki vinnur sær fyrsta hornasparkið, men tað spyrst einki burturúr.

 

04) 0-0

Finsku gestirnir hava bóltin størsta partin av tíðini, meðan víkingarnir eru væl skipaðir í verjustøðu.

 

00) 0-0

Líkindini eru góð at spæla fótbólt á Svangaskarði. Tað er turt, klárt og lýtt.

 

Víkingur - HJK Helsinki kl. 19.00

Dómarabólkur úr Írlandi: Robert Hennessy, Allan Lynch, Dermut Broughton og Rob Rogers (fjórði dómari) 

Víkingur: Elias Rasmussen – Elias Lervig, Atli Gregersen, Adrian Cascaval, Hanus Jacobsen – Heðin Hansen, Gunnar Vatnhamar,  Hans Jørgen Djurhuus, Philip Djordjevic – Sølvi Vatnhamar, Adeshina Lawal


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her