Bendtner hevur skift felag

Óvæntað: Nicklas Bendtner hevur í kvøld gjørt trý ára sáttmála við norskt felag.

Danski Nicklas Bendtner hevur funnið sær eitt nýtt felag, nú hann var gliðin úr hópinum hjá Nottingham Forest í næstbestu ensku deildini.


Umboðsmaður hansara boðar í kvøld frá, at Bendtner hevur gjørt trý ára sáttmála við norska felagið Rosenborg. Tað váttar felagið eisini á heimasíðu sínari.


- Eg eri ikki nakar serfrøðingur í norskum fótbólti enn, men eg veit, at Rosenborg er eitt støðugt felag, ið fær tað besta burturúr sínum leikarum, sigur Bendtner við heimasíðu felagsins.


29 ára gamli framherjin byrjaði yrkisleiðina í Arsenal, haðani hann varð útleigaður til Birmingham, Sunderland og Juventus. Í 2014 skifti hann til týska Wolfsburg, og í fjør til Nottingham Forest.


Hann varð ongantíð nakar fongur fyri Nottingham Forest, har hann skeyt tvey mál í 17 dystum. Tað er ikki upplýst, hvussu nógv Rosenborg hevur rindað fyri Bendtner.