Bergvold umhugsar HB og Danmark

Fyrrverandi Seria A spælarin hevur úttalað seg

Tað hevur leingi verið samband millum HB og danska miðvallaran, Martin Bergvold. Fyrrverandi miðvallarin hevur allatíð tikið frástøðu frá HB, hóast hann hevur verið í Føroyum og hugt eftir umstøðunum.

 

Les eisini: Martin Bergvold í Føroyum

 

- HB er ein av møguleikunum, men einki er upp á pláss enn. Felagið er heilt víst í myndini, men í løtuni arbeiðir umboðsmaðurin við at hyggja eftir øllum møguleikunum. Eg eri sáttmálaleysur, so eg havi ikki nakran skund, sigur Martin Bergvold við bold.dk.

 

Les eisini: Hesir skulu vinna FM fyri HB

 

Hann sigur eisini við bold.dk, at hann helst hevði kunnað funnið okkurt felag í Italia, men vil gjarna verða í nærheitini av familjuni, sum býr í Esbjerg.

 

Tað ljóðar úr HB, at felagið hevur fleiri møguleikar og stendur í eini sterkari samráðingarstøðu, eftir at flytingarvindeygað lat aftur í Danmark um mánaðarskiftið.