Besta kenslan var at vinna ”FSM 2014”

Tað sigur Bjarni Nielsen, sum nú er givin sum sterkmaður

Bjarni Nielsen kom buldrandi inn á sterkmanspallin, tá hann við mohawk hársniði og brøli bjóðaði elituni av. Í 2014 bleiv hann føroya sterkasti maður fyri fyrstu ferð, men tað var líka við, at tað kiksaði.

 

Brot úr grein í ÍtróttarSosialinum 3. desember

 

- Tá vit komu til øvilsi fýra av sjey, tá visti eg hvat hinir høvdu lyft í squat. Eg skuldi bara havt eitt stig, men endaði við einki at fáa. Tá skuldi eg vinna trý tey seinastu øvilsini á Jákup Súna Berg. Kensluna av at vinna ta kappingina havi eg ongantíð havt aftur, sigur Bjarni Nielsen.

 

Torir at vísa kenslur

Bjarni Nielsen boðaði um í ÍtróttarSosialinum mánadagin frá, at hann gevst sum yrkissterkmaður. Hesi fýra árini hevur 30 ára gamli havnarmannin lært nógv. Hann hevur bæði lært nógv um disiplin, men hann er eisini komin í samband við sínar kenslur.

 

- Við at fáast við so nógva pínu, eri eg eisini komin í samband við meg sjálvan. Nú tori eg at vísa og tosa um kenslur. Sterkir menn nýtast ikki at verða sterkir móti øðrum, ti teir eru sterkir, sigur Bjarni Nielsen við einum smíli.

 

Les eisini: Bjarni Nielsen gevst sum sterkmaður

 

Bjarni Nielsen er í løtuni fimmfaldur vinnari av Føroya sterkasti maður. Hóast hann gevst við at verða sterkamaður, so ætlar hann framvegis at lyfta og møguligt melda til ”FSM” kappingarnar í framtíðini.

 

- Um tað liggur fyri, so fari eg at verja heitið. Tað er eisini rættvíst, at meistarin verður koppaður, men tað skal passa inn við restina av lívinum. Eg vóni at onkur kemur og hølvar meg av, tí tað er tað lættasta fyri at sleppa hesum, og gott at vita at sterkmanskappingarnar eru í góðum hondum, sigur Bjarni Nielsen.

 

Les eisini: Løtan tá Bjarni gavst

 

Les alla samrøðuna við Bjarna Nielsen, har hann greiðir frá hví hann gevst, í Sosialinum frá mánadegnum, 3. desember.