Bjarta skiftir eina deild upp

Bjarta Johansen skal nú spæla í næstbestu deildini í Danmark

Bjarta Johansen skiftir frá Aalborg HK til Vendsyssel Håndbold. Hetta er eitt skifti, sum merkir at strikuspælarin á landsliðnum skal spæla í næstbestu deildini í Danmark.

 

- Eg gleði meg at verða ein partur av Vendsyssel Håndbold. Eg haldi hetta er eitt spennandi projekt, sigur Bjarta Johansen.

 

Síðani hon flutti niður, hevur hon vant eina ferð um vikuna við Vendsyssel og tvær ferðir við Aalborg HK, har hon eisini hevur spælt dyst. Tí eru tað tveir partar, sum kenna hvønn annan.

 

- Tað eru nógvir góðir spælarar í hópinum og vit venja hart. Umframt at tað er hørð kapping um plássini, so verður eisini vant fleiri ferðir um vikuna, sigur Bjarta Johansen.

 

Í tíðindaskrivi verður sagt, at Vendsyssel Håndbold hevur tveir aðrar strikuspælarar, men at Bjarta Johansen hevur øðrvísi eginleikar, sum gera at haon er ein áhugaverdur spælari fyri felagið í næstbestu deildini.