Leita á in.fo

Pætur Albinus 08.02.2018 (18:42)

Bjóðaði sær at fara

Gilli Rólantsson og Brann blivu ikki samd um ein nýggjan sáttmála, so tað lá til høgrabeinið, at føroyingurin fór at skifta úr norska felagnum í januar, men tað eydnaðist tó ikki at finna tað rætta felagið.


Umboðsmaðurin hjá Gilla, Annfinn Gaard, avdúkar nú fyri Bergensavisen, at hann og Gilli høvdu snikkað eitt tilboð saman til Brann, soleiðis at Gilli kundi verða loystur úr sáttmálanum. Brann var tó ikki áhugað.


- Ja, vit spurdu Brann, um teir vóru áhugaðir at uppsiga sáttmálan, soleiðis at Gilli hevði frítt at fara aftaná 1. februar. Tað hevði hjálpt felagnum í sambandi við útlendingakvotuna, og tað hevði hjálpt Gilla at sloppið til tey mest uppløgdu londini, greiðir Annfinn frá í Bergensavisen.


Hann vísir á, at Brann nú hevur 10 útlendingar í hópinum, og at einans níggju kunnu skrásetast til at spæla í Elitserien. Harvið er ein í yvirskoti. Hann sigur eisini, at teir báðir í tilboðnum kundu veita Brann trygd fyri, at Gilli ikki fór at skifta til ein kappingarneyta í Noregi.


Bergensavisen metir tað vera ósannlíkt, at nakar annar útlendingur verður seldur ella ikki verður skrásettur í Elitserien, so tað er í løtuni vandi fyri, at Gilli ikki sleppur at spæla landskappingarfótbólt í vár.


- Tað er greitt, at eg hugsi um tað. Tað er í bakhøvdinum. Eg takkaði nei til at leingja sáttmálan, og tá er fótbóltur gjarna soleiðis, at eg endi aftarliga í røðini. Brann hevur fingið nógvar útlendingar í vetur. Kvotan er full, men eg eri framvegis Brann-spælari, og tað má eg hátta meg eftir, sigur Gilli við blaðið.


Tað er tó ikki púra útilokað, at Gilli og Brann hóast alt verða samd um ein nýggjan sáttmála.


- Tað eru framvegis nakrar vikur til vit skulu skráseta hópin, og enn kann nógv henda. Tað er ov tíðliga at gera niðurstøður nú, sigur ítróttarstjórin í Brann, Rune Soltvedt.


Heldur ikki Gilli sjálvur vil útihýsa møguleikanum, at hann heldur fram í Brann, men tað verður tó neyvan í hesum umfari, at sáttmálin verður longdur.


- Nei, tað er ikki óaktuelt. Eg eri glaður fyri at vera í Brann og fyri liðfelagarnar her, men nú hevur Brann rokkið útlendingakvotuni, so tað gevur onga meining at leingja nú, sigur Gilli við Bergensavisen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her