Leita á in.fo

Pætur Albinus 20.03.2017 (19:20)

Blaðungur B36-málverji

Í dystinum ímillum B36 og KÍ í gjár mátti B36-málverjin, Tórður Thomsen, fara av vøllinum longu tíðliga í fyrra hálvleiki. Orsøkin var, at hann var illa fyri, og løtu seinni kom sjúkrabilurin eftir honum. Lesast kann meiri um tað málið í Sosialinum í dag.


Avloysari hansara var tann einans 17 ára gamli málverjin, Rói Mørk Hentze, ið er sonur tann kenda venjaran hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze.


- Eg hugsaði, at nú mátti eg taka meg saman. Nú skuldi eg vera klárur, greiðir Rói frá um hvat hann hugsaði tá ið tað gjørdist greitt, at hann skuldi gera seg kláran at fara inn á vøllin.


Spurninginum svarar Rói Mørk Hentze í Sosialinum í dag, har hann í “fimm skjótir” eitt nú eisini svarar hvørji boð hann fekk frá venjaranum, hvussu upplivingin var og hvør fyrimynd hansara er.