Blikur vann trivaligan sigur

5-mannafør gentur: Argjagentur vunnu sannførandi sigur, eftir at Heykur fyrstu løtuna var fremst

Argjagentur hava lagt seg á odda í FM kappingini fyri gentur í 5-mannaførum. Sigurin var sannførandi, tí tá ið bátarnir fóru um málið, var Blikur meiri enn eina bátslongd undan næstu bátunum.

Blikur var næstfremst á norðoyastevnu og fremstur á sundalagsstevnu. Soleiðis sum úrslitið lagaði seg í dag, er Blikur stórfavorittur í FM kappingini.

Tambar hjá Róðrarfelagnum Knørri vann á norðoyastevnu og var næstfremst á sundalagsstevnu. At Falkur og Drekin í dag fóru um málið frammanfyri Tambar ber við sær, at tað er langt frá tí fremsta og aftur til tann næsta í FM kappingini.

 

Mest óvæntaða úrslitið í dag var, at Falkur úr Hósvík endaði næstfremst. Í tveimum teimum fyrstu kappingunum var eingin ábending um, at tað skuldi roknast við Falki.

Í dag var Falkur fremstur í fitta løtu. So tók Blikur hann, og eina løtu sá tað út til, at Falkur fór at tapa kappingina um næstfremsta plássið. Men tær úr Hósvík vístu seg at vera ógvuliga knáar og vunnu kappingina um næstfremsta plássið.

 

1 Blikur 05.41.45

2 Falkur 05.44.05

3 Drekin 05.44.45

4 Tambar 05.45.01

5 Báran 05.47.42 

6 Beinta 05.47.44

7 Frúgvin 05.54.04

8 Kollur 05.56.06

9 Sílið 05.59.22

10 Fenja 06.10.00

11 Stubbin 06.12.06

12 Royndir Fríða 06.18.43

13 Knúkur 06.19.49

 

FM støðan

1 Blikur 20

2 Tambar 17

3 Drekin 14

4 Beinta 11