Leita á in.fo

Danjal av Rana 28.01.2019 (11:07)

Børka og Miso vunnu gull

Ung úr Hvirluni hava seinastu vikuskiftini kappast uttanlands. Fyrst luttóku fleiri í ÍR-Stórmót-kappingini í Reykjavík og so fóru trý teirra við landsliðnum til Malmø at kappast.

 

Børka Berg Jørgensen kom heim aftur við tveimum gullheiðursmerkjum og einum silvurheiðursmerki. Hon vann kappingarnar í Íslandi í longdarlopi og í trýstøkk, umframt at hon fekk silvur í 60 m rimarenning. Í brotinum omanfyri sæst vinnandi lop hennara í longdarlopi.

 

Miso Buha hevur havt stóra framgongd í sínum lopum seinastu tíðina, og tað sást væl og virðiliga á túrinum. Í longdarlopi leyp hann 5,60, sum er 83 sentimetrar longri enn besta lopið í fjør. Men tað var í trýstøkk, at hann vísti, hvør dugur er í honum. Har vann hann gullheiðursmerki í Íslandi og tað var um reppið, at hann eisini kláraði oyggjaleikakravið. Í Malmø vann hann eisini gull, hóast lopið var eitt vet styttri enn í Íslandi.

 

Lýdia Poula Simonsen vann ikki, men megnaði kortini at seta nýtt føroyskt met í kúluvarpi. Nýggja metið – tað gamla hevði staðið í 18 ár – er 10,86 metrar. Lýdia Poula Simonsen, sum í ár fer at luttaka á oyggjaleikunum, eigur nú føroyska metið bæði í kúlu- og klingruvarpið.

 

Um ein mánað verður DM-u, sum fyri nógvar føroyingar allarhelst verður seinasti møguleikin at klára oyggjaleikakravið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her