Bowlinghøllin verður blá

Neistin bjóðar til opið hús í Bowlinghøllini á Hálsi, nú kvinnurnar hava vunnið greipuna í ár

Tað er veitslurómur hjá Neistanum í kvøld.

 

Fyrr í dag vann kvinnuliðið hjá felagsins seinnu FM-finaluna móti Kyndli. Harvið er Neistin meistari, og hetta er meistaraheiti nummar 40 hjá bláu kvinnunum.

 

Tað skal sjálvandi hátíðarhaldast, og tí hevur Neistin boðið til opið hús í Bowlinghøllini á Hálsi frá klokkan 21 í kvøld.