Leita á in.fo

Tróndur Arge 14.02.2017 (13:21)

Brandur Hendriksson skaddur

Brandur Hendriksson Olsen mátti í gjár skiftast út við skaða í knænum, tá eykaliðið hjá Randers spældi 2-2 móti Vejle. Landsliðsmiðvallarin kláraði sjálvur at skora, áðrenn hann bleiv skaddur stutt fyri hálvleik.

 

Les eisini: Fantastiskt fríspark frá Brandi

 

Amtsavisen í Randers skrivar, at Brandur Hendriksson Olsen í støðuni tekur seg til knæið og hevur nógva pína. Víðari verður sagt, at hóast hann megnar at ganga av vøllinum, sær tað ikki gott út fyri føroyska landsliðsspælaran.

 

- Eg hoyrdi eitt klikk. Tað bendir á, at tað er okkurt liðbandinum, men nú skal eg skannast, tá vit koma heim. So fáa vit at síggja, hvussu tað sær út, og um tað gongur útyvir kappingarbyrjanina, sigur Brandur Hendriksson Olsen við Amtsavisen í Randers.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja Brand skora móti Vejle

 

Eftir hesum at døma, so er Brandur Hendriksson Olsen ivasamur til landsdystin móti Andorra, sum verður 25. mars. Skálvíkingur hevur annars verið í málhýri seinastu dystirnir, har talan hevur verið um sannar perlur.