Leita á in.fo

Brian Jacobsen hjá Skála , ið her sæst í dystinum ímóti HB farna hóskvøld fegnast um javnleikin ímóti KÍ

Heri Simonsen 15.04.2018 (19:40)

Brian: Góður javnleikur ímóti oddaliðnum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við áleyparan hjá Skála, Brian Jacobsen, ið saman við liðfeløgunum gjørdist fyrsta liðið, ið tekur stig frá KÍ hetta kappingarárið. Tað gjørdi Skála við at spæla 0-0 ímóti KÍ.

 

Brian Jacobsen viðgongur, at Skála skapti ikki so nógvar málmøguleikar, men hann staðfestir við gleði, at Skála stóð væl á vøllinum, og arbeiddi væl.

 

- Javnleikur ímóti KÍ, ið einki stig hevur mist áðrenn dystin í dag er fínt, slær Brian Jacobsen fast í samrøðuni við Hilmar Jan Hansen.

 

Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við Páll Klettskarð hjá KÍ hoyrist HER

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her