Leita á in.fo

Mynd: (ÍF.fo) Frá vinstru: Dan Petersen, Linda Joensen, Kristine Ellingsgaard, Katrin Madsen, Birgar Larsen og Magnus Jørmundsson

Tróndur Arge 05.12.2018 (11:49)

Broyting í nevndini hjá ÍF

ÍF hevur havt aðalfund og trý nýggj fólk eru komin í nevndina. Tey eru øll kend andlit í felagnum. Magnus Jørmundsson, fyrrverandi formaður, og Linda Joensen og Kristine Ellingsgaard. Dan Petersen heldur fram sum formaður. Birgar Larsen er næstformaður. Tiltakslimir eru Katrin Madsen, Hildigarð Eliasen og Georges Rouah, skrivar heimasíðan hjá ÍF.

 

ÍF flutti í ár upp í bestu deildina. Felagið hevur gjørt sáttmála við fleiri av núverandi spælarunum, meðan Henry Heinesen er komin til úr KÍ.

 

Nevndin hevur skipað seg:

Dan Petersen, formaður

Birgar Larsen, næstformaður

Magnus Jørmundsson, peningarøkil

Linda Joensen, skrivari

Kristine Ellingsgaard, nevndarlimur

Tiltakslimir eru Katrin Madsen, Hildigarð Eliasen og Georges Rouah


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her