Leita á in.fo

Mynd: (ki.fo) F.v. Rúni Heinesen, Jáup Eydnugarð, Margit G. Joensen, Rói Clementsen, Hilmar Danielsen. Tummas Lervig vantar á myndini

Tróndur Arge 12.02.2019 (11:21)

Broytingar í nevndini hjá KÍ

Klaksvíkar Ítróttarfelag hevði í gjár aðalfund á KÍ-loftinum. Eldsálin, Jórun Jacobsen, sum hevur sitið í nevndini við ábyrgd fyri hølum, bar seg undan afturvali og í hennara stað varð valdur Jákup Eydnugarð, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

 

- Nevndin í KÍ vil nýta høvið at takka Jórun fyri sítt megnar arbeiði í nevndini hjá KÍ. Hon verður tó ikki heilt burtur, og kemur at vera kring Klaksvíkar Ítróttarfelag kortini, skrivar KÍ.

 

Tummas Lervig (vantar á myndini) heldur fram sum formaður í KÍ, meðan Rúni Heinesen heldur fram sum næstformaður. Hilmar Danielsen hevur ábyrgd av tí fíggjarliga og Margit G. Joensen er skrivari og ábyrgdarfólk fyri ungdómsfótbólt. Hartil verður Rói Clementsen knýttur at nevndini.

 

- Aðalfundurin valdi eisini Róa Clementsen í nevnd sum samskiftisfólk, og kemur hann at samskipa arbeiðið við at gera KÍ meira nýmótans, og sjónligt millum fjepparar. Umframt at hann kemur at standa fyri øllum miðla samskiftinum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag.

 

Á aðalfundinum var uppskot frá nevndini um hækkan av leikaragjaldið eisini góðkent. Tað inniber nýggj leikara gjøld fyri 2019, og vera gjøldini fylgjandi:

Barn nr. 1 – 900 krónur.

Barn nr. 2 – 600 krónur.

Barn nr. 3 – 200 krónur.

Barn nr. 4 – Ókeypis

 

Hartil verður upplýst, at hvílandi limir framvegis gjalda 400 krónur í limagjald.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her