Leita á in.fo

Tróndur Arge 14.11.2017 (12:45)

Bryne: Patrik er ov dýrur

Í farnu viku var Patrik Johannesen til royndarvenjing í norska triðju deildarfelagnum, Bryne FK, ið hevur føroyska landsliðsspælaran, Rógva Baldvinsson í hópinum. Felagið bjóðaði tvøramanninum í B36 ein sáttamála, men skifti verður av ongum.

 

Les eisini: B36 eigur Patrik

 

Norska Jærbladet, lokala blaðið í Bryne umráðnum, skrivar at felagið bjóðaði Patriki Johannesen ein sáttmála, men at mótkravið hjá honum var ov høgt, sigur Asle Tjøtta, sum hevur dagliga raksturin hjá Bryne.

 

Les eisini: Toppskjúttin hjá B36 á veg til Noreg

 

Tað er óvist hvussu nógv skal leggjast í orðini úr Noreg, tí Bryne nú ætlar sær Martin Hummervoll, sum er toppskjútti hjá Vidar. Patrik Johannesen hevur sáttmála við B36 fyri komandi kappingarár afturat. Tí hevði Bryne skula keypt landsliðsáleyparan leysan. Fyrr hevur B36 roynt at keypt Rógva Baldvinsson leysan úr júst Bryne, tá var prísurin á leið eina fjórðingsmillión krónur. Tað kann eisini hava gjørt sítt til, at Bryne ikki ger meiri við Patrik Johannesen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her