Burn Showdown: Danmarksmeistari kappast

(Rás2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Aimée Hansen, sum kappast í "Women´s bodyfitness"

Føroyska Aimée Hansen gjørdist í september danmarsmeistari í bodyfitness. Hon luttók í seniorklassanum fyri kvinnur, ið eru lægri enn 158 sentimetrar.

 

10 kvinnur vóru við í undanumfarinum, og Aimée var ímillum tær seks í finaluni, har hon varð útnevnd sum danmarksmeistari.

 

Leygarkvøldið kappast hon í Burn Showdown í "Women´s bodyfitness".

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Aimée Hansen á Rás2 fyrr í dag.