Leita á in.fo

Tróndur Arge 08.11.2018 (21:47)

Burn Showdown: Fáa tilmeldingar dagliga

Tað eru longu nú komnar 59 tilmeldingar fitness-kappingarnar. Hetta er nógv tað størsta nakrantíð í Føroyum, siga fyriskiparnir av tiltakinum, sum dagliga fáa tilmeldingar, nú ein vika er eftir til kappingin byrjar

 

Les eisini: Burn Showdown fær altjóða góðkenning

 

- Hetta verður størsta fitness-tiltakið í Føroyum nakrantíð, tí higartil hava 59 fólk meldað til. Nú beint áðrenn kappingina fáa vit umleið tríggjar til fimm tilmeldingar um dagin. Tað kann hugsast, at tað verða einir 80 til 100 íðkarir á pallinum til tiltakið, sigur Jákup Súni Berg, høvðusfyriskipari.

 

Í fjør vóru 15 luttakarar. Hann heldur, at tað gevur kappingini nakað, at tað eru so nógvar kappingar, og at tey kunnu vinna sokallaði ”Pro-card” og atgongd til Olympia senuna.

 

- Vit fara at síggja kvinnuligar bodybuildarar, figure, menn, kvinnur og classic physique. So er tað teir stóru dreingirnir í bodybuilding. Vit kenna øll filmsstjørnuna, Arnold Schwarzenegger, ið gjørdis kendur júst av at vinnna Olympia, sum er HM innan hendan ítrótt. Fólk blivu hugtikn av hansara kroppi, sum var massivur í vøddum og lágur í feitt prosenti. Hetta koma vit at síggja, tá bodybuildarnir koma á pallin, sigur Jákup Súni Berg, høvðusfyriskipari.

 

Burn Showdown hevur fingið átta sokallaði ”Pro Cards”, meðan vinnari í Bikini-fitness vinnur pláss í Olympia.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her