Burn Showdown: Jonas og Martin vunnu jiu-jitsu

Jonas Troest Petersen og Martin Golightly vunnu føroya fyrstu jiu-jitsu kapping

Í dag var fyrsta jiu-jitsu kappingin av sínum slag avgreidd við Burn Showdown tiltakið.

 

Kappingin byrjaði við at tveir royndir íðkarar úr Svøriki og Íslandi komu at hava ein uppvísningsdyst. Teir høvdu báðir svart belti í jiu-jitsu, so tað var við stórum eygum at føroysku áhugaíðkararnir hugdu at.

Hesi sloppu tó eisini at royna seg.

Kappingin var serlig eftirsum at einasti máti at vinna var, at fáa mótstøðufólki at geva seg. Sostatt var teknikkurin í hásæti. Eisini var sermerkt at kvinnur og menn kappaðust í sama bólki.

 

Í vektbólkinum undir 82 kg vann Jonas Troest Petersen undir eyknavninum "Duracell". Á øðrum og triða plássi komu ávikavist Gunnar Magnussen on Rene Wiberg.

 

Kappingin yvir 82 kg var eitt sindur øðrvísi skipað, og endin var at Martin Golightly vann kappingina eftir eitt bólkaspæl.