Caroline í fjórðingsfinaluni

Caroline Wozniacki hevur í kvøld vunnið á nummar fimm á heimsstyrkilistanum, Maria Sharapova.

Caroline Wozniacki hevur í kvøld vunnið á nummar fimm á heimsstyrkilistanum, Maria Sharapova.

 

Tað sá longu gott út í fyrsta setti, sum Wozniacki vann 6-4. Men í øðrum setti var Sharapova oman á alla tíðina, og hon vann eisini settið 6-2.

 

So høvdu leikararnir 10 minuttirs steðg, áðrenn farið var undir triðja settið.

 

Tað sást beinanvegin, at Caroline Wozniacki var betur fyri, og hon kom avgerandi fram um beinanvegin í settinum.

 

Og so eydnaðist tað henni at bróta servina hjá Sharapova í síðsta gaminum og harvið vinna triðja settið 6-2.