Champions League bólturin rullar aftur

Upptakt: Liverpool og City eru favorittar í kvøld


Mynd: (Scanpix) Sadio Mané skorar fyri Liverpool móti Bayern Munchen

Mynd: (Scanpix) Sadio Mané skorar fyri Liverpool móti Bayern Munchen

Í kvøld verða tvær av fyrru fjórðingsfinalunum í Champions League. Liverpool fær vitjan av FC Porto, meðan Manchester City er í London.

Liverpool er favorittur at vinna á FC Porto, sum ikki hevur vunnið á útivølli í Champions League endaspælinum síðani 2004. Tað var árið, tá felagið undir leiðslu av José Mourinho vann kappingina.

Liverpool er uttan Andy Robertson. Skotski landsliðsliðskiparin á vinstra bakki fekk eitt heldur býtt gult kort, tá Liverpool longu hevði tryggjað sær víðari luttøku móti Bayern Munchen. Væntandi verður tað James Milner, sum avloysir Andy Robertson. Ein annar møguleiki er Alberto Moreno, sum ikki hevur verið at sæð á vøllinum í longri tíð. Afturat tí, so er Adam Lallana ivasamur.

FC Porto hevur avbjóðingar undan dystinum í kvøld. Fyrrverandi miðverjin hjá Real Madrid, Pepe, hevur saman við Hector Herrera leikbann. Hartil er stinni vinstri bakkurin, Alex Telles, ivasamur.  Liverpool er favorittur at koma víðari. So seint sum í fjør vann Liverpool samanlagt 5-0 á FC Porto í 1/8 finaluni í Champions League.

Sergio Aguero klárur

Í London verður ensk uppgerð millum Tottenham og Manchester City. Dysturin verður spældur á nýggja leikvøllinum hjá Tottenham, sum tekur 62 túsund áskoðarar. Heimaliðið er uttan Eric Dier, Erik Lamela og Serge Aurier, meðan gestirnir hava Sergio Aguero tøkan aftur. Manchester City er favorittur at koma víðari. 

Champions League 1/4 finalur:

Liverpool – FC Porto (20:00)

Tottenham – Manchester City (20:00)

Mynd: (Scanpix) Sadio Mané skorar fyri Liverpool móti Bayern Munchen