Champions League: Her er lutakastið

Manchester United rendi seg í FC Barcelona, meðan Liverpool fekk gott lutakast


Í dag hevur lutakastið til fjórðingsfinalurnar í Champions League verið. Fyri fyrstu ferð í tíggju ár, eru fýra enska lið við millum átta tey seinastu. Á døgurða verður lutakastið til 1/8 finalurnar í Europa League.

 

Manchester United fekk helst torførasta lutakastið, tí teir skulu spæla móti FC Barcelona. Cristiano Ronaldo og Juventus skulu spæla móti Ajax, meðan Liverpool skal takast við FC Porto. Í seinastu fjórðingsfinaluni verður ensk uppgerð millum Tottenham og Manchester City.

 

Tað er eisini staðfest hvussu liðini møtast í hálvfinaluni. Vinnarin av Tottenham og Manchester City skal møta vinnaranum av Ajax og Juventus. Síðani møtast vinnararnir av dystunum FC Barcelona - Manchester United og Liverpool - FC Porto.

 

Fjórðingsfinalurnar verða 9. og 10 apríl, og 16. og 17. apríl.

 

Champions League lutakast: Beinleiðis

Ajax - Juventus

Liverpool - FC Porto

Tottenham - Manchester City

FC Barcelona - Manchester United

 

Upptakt:

Liverpool, Tottenham, Manchester City og Manchester United eru øll í pottinum saman við FC Barcelona, Ajax, FC Porto og Juventus. Lutakastið í dag er púra opið. Tað vil siga, at øll kunnu møta øllum. Somuleðis verður drigið til hálvfinalurnar, so at feløgini aftaná í dag, vita hvussu vegurin til finaluna sær út.

 

Tó er eitt fyrilit. Manchester United og Manchester City kunnu ikki spæla á heimavølli sama dag, ella dag um dag. Her verður tað liðið, sum endaði aftanfyri í farnu landskapping, Manchester United, flutt til annan dag. Hetta er eftir ynski frá mynduleikunum í Manchester.

 

Tað verður eisini lutakast til 1/8 finalurnar í Europa League, har ensk lið eisini gera seg galdandi. Bæði Chelsea og Arsenal eru við í pottinum í dag. Hartil eru Napoli, Villareal, Benfica, Valencia, Slavia Prag og Eintracht Frankfurt eisini komin víðari til 1/8 finalurnar.

 

Europa League:

Arsenal, Chelsea, Napoli, Villareal, Benfica, Valencia, Slavia Prag og Eintracht Frankfurt