Champions League: Real uttan Ramos

Upptakt: Tottenham hevur beina kós víðari, meðan Real er uttan liðskiparan

Í kvøld verða fyrstu returdystirnir í 1/8 finalunum í Champions League. Real Madrid er á heimavølli móti Ajax, meðan Tottenham er á vitjan í Dortmund í Týsklandi.

 

Real Madrid vann fyrra dystin móti Ajax 2-1. Stóra søgan í hesum dystinum er, at Real Madrid er uttan liðskiparan, Sergio Ramos. Hann fekk sær eitt gult kort, eftir at Real Madrid hevði lagt seg á odda í Amsterdam. UEFA hevur síðani givið Sergio Ramos longt leikbann, tí hann fekk sær gult kort við vilja. Fyri Ajax eru Lisandro Magallan og Carel Eiting ivasamir.

 

Tottenham hevur góð kort á hondini undan ferðini til Dortmund. Tottenham vann fyrra dystin 3-0. Tað er ongantíð hent í Champions League, at eitt heimalið hevur vunnið fyrra dystin 3-0 og ikki er komið víðari. 

 

Heung Min-Son, Jan Vertonghen og Fernando Llorente skoraðu málini á Wembley. Tottenham er uttan Dele Alli, meðan Harry Winks og Eric Dier eru tøkir eftir skaðar. Fyri Borussia Dortmund kemur tað væl við, at Marco Reus er klárur aftur. Lukas Piszczek situr uttanfyri, meðan Marcel Schmelzer og Christian Pulisic eru ivasamir.

 

Champions League 1/8:

Ajax (1) – (2) Real Madrid (20.00)

Borussia Dortmund (0) – (3) Tottenham (20.00)