Leita á in.fo

Pætur Albinus 12.02.2018 (22:02)

Chelsea aftur á slóðina

Tað hevur seinastu dagarnar verið trýst á Chelsea-venjaranum, Antonio Conte, og í kvøld skuldu hann og hansara menn royna at fáa uppreisn í heimadystinum ímóti aftasta liðnum í Premier League, West Bromwich.


Jay Rodriguez fekk ein upplagdan møguleika at leggja West Bromwich á odda tíðliga í fyrra hálvleiki eftir eitt kiks í verjuni hjá Chelsea, men hóast ríkiligt av tíð, so gjørdi hann skjótt av og skeyt við síðuna av.


Um miðan fyrra hálvleik legði Chelsea seg á odda. Tað var Eden Hazard, sum eftir samanspæl við Olivier Giroud, smekkaði bóltin inn við handaru stong og legði Chelsea á odda 1-0. Hetta var eisini hálvleiksstøðan.


Chelsea økti um leiðsluna í seinna hálvleiki. Fyrst Victor Moses til 2-0, og síðani Eden Hazard til 3-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.


Við sigrinum í kvøld er Chelsea á fjórða plássi beint í hølunum á Liverpool, sum hevur eitt stig meira. West Bromwich er aftasta plássi, nú heili sjey stig frá bjargingini í Premier League.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her