Chelsea er enskur meistari

Innskifti Michy Batshuayi tryggjaði í kvøld Chelsea enska meistaraheitið

Tað hevur leingi ligið í luftini, og í kvøld er tað staðfest. Chelsea, ið hevur ligið á odda í Premier League størsta partin av kappingarárinum, hevur í kvøld tryggja sær enska meistaraheitið.

 

Tað gjørdu teir, tá teir vunnu trupla útidystin móti West Bromwich 1-0.

 

Einsamalla málið í dystinum kom ikki fyrrenn ímóti endanum av dystinum, tá innskifti, Michy Batshuayi, stóð á rætta staðnum eftir innlegg frá verjuleikaranum, Cesar Azpilicueta.

 

Undan kappingarárinum vóru tað fá, ið høvdu Chelsea sum favoritt til meistaraheitið. Men italski venjarin, Antonio Conte, hevur prógva teimum flestu til skammar.

 

Chelsea fekk annars ikki bestu byrjanina á kappingarárið, har júst italski venjarin, Antonio Conte, var fyri atfinningum. Men síðani Antonio Conte skifti yvir til at Chelsea fór at spæla við trimum í verjuni, broyttist kappingarárið hjá Chelsea fullkomiliga.

 

Krónan á verkinum er eitt uppiborið meistaraheitið til bláa London felagið. Sum støðan er í løtuni bendir mest á, at Tottenham fer avstað við silvurkrónunum í Premier League.

 

 

West Bromwich – Chelsea 0-1 (0-0)

0-1 Michy Batshuayi, 82.