City vann oddadystin

Sum kappingin í Premier League gongur, eru stór sannlíkindi fyri at komandi meistaraheitið endar í Manchester

Stóra uppgerðin í Premier League í dag var seinasta uppgerðin, sum var spæld á Stamford Bridge klokkan 17:30. Har tóku meistararnir frá í fjør úr Chelsea ímóti Manchester City. Bæði tvey lið, ið verða mett sum stórir biðlar til Premier League meistaraheitið í ár.

 

Undan dystinum var greitt, at Manchester City mátti klára seg fyri uttan argentinsku álopsstjørnuna, Sergio Aguero, sum hóskvøldið gjørdist skaddur í ferðsluóhappi í Hollandi.

 

Les eisini: Aguero skaddur í ferðsluóhappi

 

Men fráveran av Sergio Aguero tóktist ikki ávirka Manchester City. Manchester City vann dystin móti Chelsea 1-0. Einsamalla málið í dystinum skeyt fyrrverandi Chelsea leikarin, Kevin De Bruyne, miðskeiðis í seinna hálvleiki.

 

Sigurin hjá Manchester City var fult uppiborin. Leikliga vóru teir omaná gjøgnum allan dystin, og tað var heldur nærri at Manchester City økti til 2-0, heldur enn at Chelsea skuldi skora útjavnandi málið í dystinum. Tó trýsti Chelsea nógv heilt móti endanum av dystinum fyri at fáa 1-1 málið. Fyri Chelsea var tað stórt spell, at felagið í fyrra hálvleiki misti toppskjúttan, Alvaro Morata, sum fór av vøllinum við skaða. Fyrstu ábendingarnar siga, at talan er um fipurskaða hjá Alvaro Morata.

 

Við sigrinum hjá Manchester City, samstundis sum Manchester United eisini vann í dag, bendir tað mesta á at komandi meistaraheitið í Premier League fer til Manchester. Tey bæði Manchester-liðini eru heili fimm stig á odda í Premier League nú sjey umfør eru leikt.

 

Chelsea – Manchester City 0-1

0-1 Kevin De Bruyne, 67.