Claudio Ranieri koyrdur

Premier League: Ævintýrið hjá Leicester er um at blíva ein marrusøga

Leicester City hevur í kvøld koyrt venjaran Claudio Ranieri. Felagið vann farna kappingarárið Premier League, men tað er ikki nokk til at bjarga Claudio Ranieri sessin, eftir eitt minni gott kappingarár higartil.

 

65 ára gamli Claudio Ranieri, ið bleiv koyrdur sum landsliðsvenjari hjá Grikkalandi, eftir at Føroyar vunnu 1-0 í Athen, hevur verið venjari hjá Leicester í hálvt annað ár.

 

Farna kappingarár tók Leicester øll á bóli og vann Premier League. Síðani hevur ævintýrið verið meiri enn marra fyri Leicester og dámliga italska venjaran. Liðið liggur í løtuni eitt stig frá niðurflyting. Liðið er als ikki at kenna aftur og tað hevur nú fingið avleiðingar.

- Hetta er torførasta avgerðin, sum er tikin tey sjey árini vit hava verið her, sigur varanevndaformaðurin í Leicester, sum eitur einki minni enn Aiyawatt Srivaddhanaprabha.

Leicester er framvegis við í Champions League, har liðið so seint sum í gjár tapti 2-1 fyri Sevilla. Úrslitið var mett sum eitt gott úrslit, tí Leicester hevur heimavøll í seinnu 1/8 finaluni.