Cristiano Ronaldo skaddur

Stjørnan í Real Madrid skal spæla Champions League finalu um 19 dagar

Cristiano Ronaldo bleiv í gjár skiftur út í hálvleikinum í El Clasico móti FC Barcelona. Hann bleiv taklaður á fótin, tá hann heilt tætt undir málinum fekk prikað bóltin um málstrikuna, áðrenn Gerard Pique kom sendandi við eini takling.

 

Les eisini: Dramatikkur í "El Clasico"

 

- Beint nú hevur Cristiano Ronaldo tað ikki gott, men eg vænti ikki tað er alvorligt. Hann skal í skannaran mánadagin og hevur sagt við okkum, at tað ikki verður nakað alvorligt, segði Zinedine Zidane á tíðindafundinum eftir El Clasico í gjár.

 

Tí bendir einki á, at Cristiano Ronaldo situr uttanfyri, tá Real Madrid 26. mai tekur móti Liverpool í Champions League finaluni. Liverpool, sum hevur havt nakað av skaðum at dragast við, hevur eisini fingið góð tíðindi.

 

Jurgen Klopp segði í farnu viku, at bæði Emre Can og Adam Lallana møguliga verða klárir til finaluna, meðan Nathaniel Clyne, sum hevur sitið uttanfyri alt kappingarárið, byrjaði inni móti Chelsea í gjár.