Dagur 32: Frakland er favorittur

Í dag verður HM-finalan, sum er millum Frakland og Kroatia

Í dag klokkan 15 verður HM-finalan millum Frakland og Kroatia. Veddingarfyritøkurnar hava hava Frakland sum favoritt, men higartil hava kroatar ikki lagt í útlitini hjá veddingarfyritøkunum, tí ongin hevði væntað, at liðið kom í finaluna.

 

Bæði liðini hava allar spælararnar tøkar til dystin. Tað verður Néstor Pitana úr Argentina, sum verður dómari og skal royna at halda skil á pørtunum.

 

Hetta er fyrstu ferð, at Kroatia er í eini HM-finalu. Besta úrslitið higartil var hálvfinalan í 1998. Tá taptu kroatar fyri júst Fraklandi, ið eftirfylgjandi vann HM. Tað er einastu ferð, at Frakland hevur vunnið HM.

 

HM-finalan:

Frakland – Kroatia (Sunnudagin klokkan 16)

Leikvøllur: Luzhniki Stadion, Moskva

Dómari: Nestor Pitana, Argentina

Sjónvarp: KVF, DR1

Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar aftur)

Frakland vinnur: 2

Javnleikur: 3.36

Kroatia vinnur: 4.8

 

Møguligar uppstillingar:

Frakland (4-2-3-1): Lloris – Pavard, Varane, Umtiti, Hernandez – Kanté, Pogba – Mbappé, Griezmann, Matuidi – Giroud 

Kroatia (4-2-3-1): Subasic – Vrsajlko, Lovren, Vida, Strinic – Brozovic, Rakitic – Rebic, Modric, Perisic – Mandzukic