Daniel Pedersen til HB

HB hevur á tíðinafundi í dag kunngjørt, at Daniel Pedersen hevur skift til HB. 27 ára gamli áleyparin hevur skotið áleið 60 mál í 1. deildarfótbólti í Danmark.

 

In.fo hevur leingi skrivað sum Daniel Pedersen, sum eisini verður nevndur “Elly”. Hann hevur verið á radaranum hjá HB í eina tíð. Sigfríður S. Clementsen hevur víst á, at felagið ynskir at fáa profilar á liðið.

 

Venjarin hjá HB segði eisini, at hann vónar at fáa spælarar sum Símun Samuelsen og Andrew av Fløtum á vøllinum aftur.

 

Meiri frá tíðindafundinum  seinni.