Danjal: Jean-Pierre Papin og Eurogoals

Upptakt: Tí heldur Danjal av Rana við Marseille, umframt at hann búði har eitt skifti

Í kvøld verður Europa League finalan í fótbólti. Finalan er millum Marseille og Atletico Madrid. Fyrr í dag tosaðu vit við Suna Juul Pedersen, sum er Atletico Madrid fjeppari. Nú hava vit eisini spurt journalistin í Miðalhúsinum, Danjal av Rava, sum heldur við Marseille, hvussu tað ber til, at hann heldur við Marseille. 

 

Les eisini: Diego Simeone má sita millum áskoðararnar

 

Hóast Danjal av Rana ikki beinleiðis er í ítróttartoyminum hjá Miðlahúsinum, so plagar hann ikki at halda sær aftur. Millum annað vann hann innanhýsis kappingina í Fantasy League hetta kappingarárið, og bleiv nummar fimm av 397 í kappingini hjá In.fo.

 

Les eisini: Suni Juul Pedersen um Atletico Madrid

 

In.fo: Hví fórt tú at halda við júst teimum?

Danjal av Rana: Eurogoals á Eurosport, mánakvøld tá fyrst í 90'unum. Jean-Pierre Papin var stóra stjørnan tá. Hann fór til AC Milan summarið 1992. Í mai 1993 hittust júst AC Milan og Marseille í finaluni í Champions League. Basile Boli skoraði einasta málið, og Marseille vann 1-0.

 

Hvussu væl fylgir tú við liðnum?

Eg fylgi fyrst og fremst við úrslitunum hjá teimum og heimasíðuni hjá felagnum. Tað er sjáldan, at eg havi høvi at hyggja eftir dystum, men tá teir spæla evropiskan fótbólt liggur onkuntíð betri fyri. Eg búði í Marseille frá 2001 til 2002, tá hugdi eg eftir so gott sum hvørjum dysti í sjónvarpinum, og var eisini á Stade Vélodrome av og á.

 

Ert tú spentur til finaluna í kvøld?

Ja, halt kipp ikki. Havi eisini funnið gomlu Marseille-troyggjuna fram og alt. Tað er stuttligt aftur at vera í eini evropiskari finalu, og er tekin upp á, at felagið kanska er í ferð við at koma fyri seg aftur. Ein sigur til OM í kvøld og Liverpool 26. mai, so kundi fótbóltsárið næstan ikki hilnast betur.

 

Hvat væntar tú av finaluni?

Eingin ivi er um, at Atlético eru favorittar, men kanska teir hokna undir trýstinum. Eg trúgvi ikki, at tað vera nógv mál og satt at siga vænti eg heldur ikki, at vit fara at síggja nakað serliga vakurt fótbóltsspæl í kvøld. Málmaðurin Steve Mandanda, sum kom aftur til felagið eftir ein stuttan steðg í Crystal Palace, er júst kosin ársins málmaður í Ligue 1. Hann má vera upp á sítt besta í kvøld eisini.

 

Hvørjum spælara skulu vit halda eyga við?

Florian Thauvin. Tað eydnaðist ikki hjá honum í Newcastle, men gongur upp á stás í Marseille. 26 mál og 15 upplegg hetta kappingarárið. Vónandi fær hann góðan stuðul frá Dimitri Payet á hinum vonginum. Allez l'OM! Droit au but!

 

Europa League finalan:

Marseille – Atletico Madrid (19.45)