Danmark hevur enn fult stigatal

Danmark vann ein málríkan dyst ímóti Egyptalandi

Danmark er oddalið í bólki D í HM-endaspælinum í manshondbólti, sum er í Fraklandi í hesum døgum.

 

Í dysti, ið var leiktur í París leygarkvøldið vann Danmark 35-28 ímóti Egyptalandi. Tað koyrdi væl hjá Danmark í fyrra hálvleiki, og fóru danir til hálvleiks við einari 21-15 leiðslu í einum sera málríkum fyrra hálvleiki. 

 

Ìmóti dystarenda vóru summir av donsku spælarunum eitt sindur mørir. Bert eitt samdøgur var farið síðani fyrsta dystin hjá Danmark ímóti Argentina, og tað byrjaði at merkjast eitt sindur, sambært Niklas Landin, sum í samrøðu við sporten.dk staðfesti, at tætta dystarskráin byrjaði at merkjast á summum spælarum. Veruliga vandamikið bleiv tað tó ongantíð hjá dønum. Tað nærmasta Egyptaland kom á máltalvuni var 28-33. Danmark er á odda í bólki D við fýra stigum. Svøríki og Egyptaland hava tvey stig. Argentina, Katar og Bahrain hava einki stig fingið.

 

Lasse Svan Hansen gjørdist toppskjútti hjá Danmark við seks málum. Casper Mortensen skeyt fimm mál. Yehia Elderaa gjørdist toppskjútti hjá Egyptalandi við seks málum.

 

Úrslitini í dag :


Bólkur A :

 

Brasil-Pólland 28-24 (16-11)

Noreg-Russland 28-24 (15-11)


Bólkur B :

 

Ísland-Slovenia 25-26 (8-11)

Tunesia-Spania 21-26 (10-12)

Angola-Makedonia 22-31 (9-14)


Bólkur C : 

 

Ungarn-Kroatia 28-31 (11-11)


Bólkur D :

 

Egyptaland-Danmark 28-35 (15-21)