Leita á in.fo

Tróndur Arge 12.03.2019 (21:30)

Dart: Ein kapping við altjóða dámi

Dart í Føroyum hevur í løtuni viðgongd, har tað legst afturat við spælarum og støðið á spælinum er hækkað. Næsti liður í framgongdini er at fáa altjóða kappingar og góðkenningar til Føroyar.

 

Komandi vikuskiftið verður afturvendandi dartkappingin Tórshavn Open hildin í Eysturskúlanum. Hendan kappingin er størsta opna kappingin í Føroyska dartkalendaranum, og fleiri útlendskir dartspælarar leita sær nú eisini til Føroyar at kappast. Í ár eru umleið 15 útlendskir gestir við frá Íslandi, Svøríki og Danmark. 

 

Havnar Dartfelag arbeiðir við ætlanunum at menna hesa kapping enn meira, og í ár hevur Tórshavnar Kommuna givið stuðul til at gera nýggjar banar at spæla á. Hetta er alt saman liður í at fáa kappingini altjóða góðkenning í komandi árum.

 

Nógv á skránni – ikki bara dart

Byrjað verður longu fríggjakvøldið við fyrilestri við heitinum  “Blív betur - Hvussu kanst tú økja títt avrik í Dart, við tilvitni um tín mentala kapasitet”. 

 

Tað eru Havnar Dartfelag og Dartsamband Føroya, ið skipa fyri fyrilestrinum, sum verður í auluni í Eysturskúlanum fríggjakvøldið 15. mars klokkan 18. Fyrilesturin er málrættaður dartspælinum, men sagt verður eisini, at hann kann eisini brúkast hjá øðrum ítróttargreinum. Fyrilesturin er ókeypis, og Havnar Dartfelag og Dartsamabndið siga, at øll áhugaði eru vælkomin.

 

Fyrilestrahaldari er Rigmor Napoleonsdóttir Arge, ið bæði hevur útbúgving og royndir innan ítrótt og sálarfrøði. Hon fer at greiða frá hvussu dartspælarar kunna arbeiða málrættað við mentala partinum av dartspælinum. Høvið verður eisini at seta spurningar um ymiskt hesum viðvíkjandi.

 

Klokkan 19 fríggjakvøldið byrjar so fyrsta kappingin.Tá er sokallað “Warm-up” kapping á skránni. Leygardagin klokkan 11 verða einstaklingakappingarnar hjá bæði kvinnum og monnum á skránni, og har eru longu eini 60 fólk melda til.

 

Her skal vinnarin av Tórshavn Open 2018 og núverandi føroyameistarin, Remy G. Hansen, royna at verja sigurin frá í fjør. Vinnarin hjá kvinnunum seinasta ár, Malene Grisenvold, er ikki við so her skal nýggjur meistari finnast.

 

Sunnudagin klokkan 11 er kappingin í tvímansleiki á skránni. Uni Árting og Jan McIntosh vunnu Tórshavn Open 2018, og teir siga, at teir ætla sær at royna at verja sigurin frá í fjør.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her