Leita á in.fo

Mynd: (Polfoto) Rob Cross við heimsmeistarasteypinum

Tróndur Arge 02.01.2018 (13:53)

Dart: Frá elektrikara til heimsmeistara

Í gjár var finalan í World Championship í dart. Púra óvæntað er nýggi heimsmeistarin Rob Cross. 27 ára gamli bretin sat fyri einum ári síðani í sofuni og hugdi eftir finaluni, og hevur bara spælt dart fullatíð í eitt lítið ár. Undan tí var hann elektrikari.

 

Les eisini: Favoritturin er fallin

 

Tað var annars lagt upp til, at nú skuldi 57 ára gamli Phil “The Power” Taylor siga farvæl við dart við 17. meistaraheitinum. Tey 16, sum hann hevur vunnið, er greitt met. Tað vísti seg tó skjótt, at fyrrverandi eletrikarin hevði uppiborið sítt pláss í finaluni.

 

Rob Cross vísti onga nái fyri Phil Taylor, sum hann sær sum eina fyrimyndini. Hann hevði eitt skifti 110 í miðal, sum næstan óvanliga nógv. Í fleiri førum lukkaði hann eisini við væl yvir hundrað. Tá krevst at allir tríggir pílarnir raka sera neyvt.

 

Phil “The Power” Taylor gjørdi okkurt sprell og var millum annað ótrúliga nær við, at gera ein “níggju dartara”. Hetta er tá ein spælari brúka níggjur pílar frá 501 og niður á null. Tað er tað minsta av pílum tú kanst brúka. Millum annað kann nevnast, at ongin spælari kláraði tað til kappingina.

 

Tað endaði við, at Rob Cross vann 7-2. Tað var ongantíð nakar ivi um útfallið. Sum ein prikk yvir i’ið, so lukkaði hann við 140, har fimm av teimum seinastu seks pílunum fóru í trible 18, meðan tann seinasti endaði í double 16.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her