Leita á in.fo

Tróndur Arge 10.10.2018 (10:36)

Dart: Jan McIntosh í stórformi í Íslandi

Føroyski dartspælarin, Jan McIntosh, hevur um vikuskiftið luttikið á seinasta umfarinum av sokallaða PDCNB (Professional Darts Coorporation, Nordic & Baltic) pro tourinum í 2018.

 

Tríggir føroyskir dartspælarar vóru við í Íslandi. Bestu úrslitini í hesum umfarinum fekk Jan McIntosh, sum millum annað kom í hálvfinaluna í eini av ET-kappingunum. Her gjørdi Jan McIntosh ikki mætari enn at vinna á bæði Dennis Nielssen, sum er nummar 11 á PDCNB styrkilistanum, og á Daniel Larsson, sum er strykismettur sum nummar tvey og hevur vunnið seg til HM. Jan tapti í hálvfinaluni móti norska Cor Dekker.

 

Bogi Isaksen stóð seg eisini sera væl. Hann fekk flest stig av føroyingunum hetta vikuskiftið á PDCNB styrkilistan. Hann spældi seg víðari í báðum PDCNB kappingunum móti tveimum íslendingum.

 

Í seinnu kappingini gav Bogi, Marko Kantele úr Finnlandi góða mótstøðu í flestu settunum, men finnlendingurin var øðiliga tryggur, tá hann skuldi lukka settini. Dysturin endaði 6-1. Bogi fekk 250 stig á PDCNB listan

 

Uni Árting rendi seg í harða mótstøðu, tá hann tapti 6-4 fyri Madars Radzma, sum vann heili tríggjar av fimm kappingunum hetta vikuskiftið. Hann bleiv nummar fýra í samlaðu kappingini fyri 2018.

 

Úr Dartsambandinum verður sagt, at úrslitini eru á eini góðari leið, tá hugsað verður um, at hetta er aðru ferð at føroyskir dartspælarar eru við. Eftir upptøku í ÍSF, so verður tað væntandi javnan, at føroyskir dartspælarar koma at luttaka í altjóða kappingum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her