Dart-legendan fall

Gary Anderson er PDC heimsmeistari í dart. Hann vann í drúgvari finalu á legendariska Phil “The Power” Taylor

Finalan í PDC heimsmeistarakappingini í dart hevur verið í London í kvøld. Vinnari gjørdist skotin, Gary Anderson. Hann vann 7-6 á Phil “The Power” Taylor í eini spennandi og drúgvari finalu. Spælt verður til sjey sett og brúk bleiv fyri 13 av teimum, áðrenn vinnarin bleiv funnin.

 

Les eisini: Phil Taylor er enn eina ferð í finaluni

 

- Hetta havi eg bíða leingi eftir. Um 100 ár fara fólk at minnast Phil Taylor sum tann besta dartspælaran nakrantíð. Tí er hesin sigurin eitt lítið sindur meiri sermerktur, sigur Gary Anderson.

 

Final var sermerkt við at pílarnir Gary Anderson fleiri ferðir duttu niður á gólvið. Miðskeiðis í finaluni bleiv talvan eisini skift út, tí Gary Anderson var ónøgdur. Einu ferðina stóðu tveir pílar í treble tjúgu, tá tann triði pílurin rendi allar á gólvið.

 

Fyri Phil Taylor er afturgangandi fyri alt endaspælið, at hann hevur ringt við at lukka. Fleiri ferðir mátti hann brúka upp til fimm ella seks pílar fyri at raka ein double. Tað kostaði, tá alt kom til alt.

 

- Double’arnir kostaðu mær í kvøld. Double átta og double 16 kostaðu mær nógv og Gary Anderson tók av, sigur Phil Taylor, sum hevur alt gott at bera vinnaranum.

 

Hinvegin, so var Gary Anderson tryggur, tá hann fekk møguleikan. Hetta er fyrstu ferð, at 44 ára gamli skotin vinnur PDC heimsmeistara. Fyri Phil Taylor var talan um 20. finaluna. 16 ferðir hevur hann vunnið hana, men í kvøld bleiv so fjórðu ferð, at hann ikki vinnur meistaraheitið, tá hann er komin í finaluna.