Dart: Til minnis um Henning Thomsen

Henning Open bleiv ein kensluborin dart-kapping, sum Argja- og Havnar Dartfelag skipaðu fyri

Leygardagin 8. juni skipaðu Argja Dartfelag, saman við Havnar Dartfelagi, fyri stórari dartkapping í hølunum hjá Havnar Dartfelag. Kapping fekk heitið Henning Open, til minnis um dart-eldsálina Henning Thomsen, sum so brádliga andaðist fyrr í ár.

 

Henning Thomsen var væl lýddur í dartumhvørvinum í Føroyar. Hann var eisini djórðaelskari og tí bleiv Henning Open skipað sum eitt stuðulstiltak, har allur stuðulin varð latin djórðaverndarfelagnum. Á myndini sæst ein felagsmynd, meðan handanin og vinnara myndir síggjast undir greinini.

 

Talan var um ein kensluborna kapping, tí Henning Thomsen doyði so brádliga fyrr í ár. Millum annað spældi Bárður Olsen aftur, eftir at hava verið úti við ryggskaða í eitt ár. Bárður Olsen og Henning Thomsen vóru makkarar í fleiri ár.

 

Remy og Birthe vunnu

Hjá monnunum vann Remy G. Hansen, meðan Birthe Sikivat vann hjá kvinnunum. Hjá monnunum vóru 31 spælarar møttir. Har í millum onkrir nýggir, sum ikki hava verið at sæð fyrr. Sagt verður, at spælið var á høgum stigi, og tað sást at menn hava vant nógv í summar. Millum annað vóru fleiri 180’arar at síggja. Í finaluni hjá monnum møttust Remy G. Hansen og FM vinnarin Jón Johansen. Remy G. Hansen vann 6-2, eftir at tað stóð á jøvnum 2-2.

 

Hjá kvinnunum vóru bara seks spælarar við. Meðan tað legst afturat við mannligum spælarum, so gongur nakað verri við kvinnuligum spælarum. Í finaluni hjá kvinnum vann Birthe Sikivat 3-2 á Joan Edvør Thomasen, eftir at hava verið aftanfyri 2-0.

 

Í tvímansleiki vunnu Remy G. Olsen og Petur Thomsen á Bárði Olsen og Niels Thomsen. Teir vunnu finaluna 6-2, eftir at tað eitt skifti stóð 2-2. 16 pør vóru tilmeldaði til tvímansleikin.

 

Menn:

1. Remy G. Hansen (D16)

2. Jón Johansen (VDF

3. Bogi Isaksen (KDF) -Bjartur Olsen (ADF)

Fægst pílar: Remy G Hansen 14 (D16)

Hægst útgang: Kristian Joensen 146 (KDF)

 

Kvinnur:

1. Birthe Sikivat (HDF)

2. Joan Edvør Thomasen (VDF)

3. Terja Ósa (KDF) - Jóhanna Jonhardsdóttir (Team Sandoy)

Fægst pílar: Terja Ósa 36 (KDF)

Hægst útgang: Terja Ósa 58 (KDF)

 

 

Tvímansleikur:

1. Remy G. Hansen og Petur Thomsen (D16)

2. Bárður Olsen og Niels Thomsen (HDF)

3. Oddfinn Hansen og Jógvan K. Hvíthamar (HDF)

4. Jens Albert Simonsen og Jann Erik Fjallstein (VDF)

Hægst útgang: Remy G. Hansen og Petur Thomsen 163

Fagst Pílar: Remy G. Hansen og Petur Thomsen 15