Dartmeistarin sær ikki bullseye

Skotski heimsmeistarin tolir ikki linsir, tímir ikki brillir og sær av tí sama ikki dart-talvuna

Í farnu viku vann Gary Anderson PDC heimsmeistaraheitið í dart. Hann vann í drúgvari finalu á legenduni, Phil “The Power” Taylor. Søgan hjá 44 ára gamla Gary Anderson er eitt sindur merkisverd, tí hann sær í veruleikanum ikki akkurát hvar bullseye, reyði prikkurin í miðjuni, er.

 

Les eisini: Dart legendan fall

 

Gary Anderson hevur í longri tíð havt ein trupulleika við eygunum, sum ikki síggja eins væl og tey gjørdu tá hann var yngri. Hann er eymur og bangin um eyguni, sum ongin sleppur at røra. Tí eru lasaraviðgerð og linsur ikki ein møguleiki.

 

Les eisini: Phil Taylor er enn eina ferð í finaluni

 

Hann hevur eisini roynt seg við brillum, men tað var ikki loysnin upp á trupulleikan. Sosatt má Gary Anderson brúka minni og royndirnar, tá hann hann skal senda pílarnar í trible’arnir, double’arnir og bullseye, hóast tað bara eru 2,37 metrar til talvuna.

 

Ikki so gali fyri ein heimsmeistara.