David De Gea onga bjarging enn

Spanski málverjin hevur ikki havt eina tí einastu bjarging til HM

Undan triðja landsdystinum hjá Spania í HM-endaspælinum í Russlandi, er ein søgan farin at gera seg viðvíkjandi spanska málverjanum, David De Gea. Hann verður av fleiri mettur ein av heimsins bestu málverjum, men higartil hevur hann ikki gjørt eina tí einastu bjarging í HM-endaspælinum.

 

Les eisini: Portugal skal hava stig

 

Í fyrsta dystinum spældi Spania javnleik 3-3 móti Cristiano Ronaldo og Portugal. Serliga eina málið, má málverjin taka á seg, tá hann nærmast misti bóltin í málið. Brotssparkið og frísparkið megnaði hann ikki at gera nakað við, men serkerkt er, at Portugal hevði onga aðrar roynd á málið, ið telur sum ein bjarging, skrivar Tipsblaðið.

 

Í dystinum móti Iran var málverjin hjá Manchester United arbeiðsleysur. Iran hevði ikki eitt skot á mál. Tí stendur eftir, at David De Gea eftir 180 minuttir ikki hevur havt eina bjargin í HM, sum tann einasti av øllum málverjunum. 

 

Møguliga verður tað í kvøld, tá Spania og Marokko spæla.