Deeney sleppur undan revsing

Watford-áleyparin hevði eina ógvuliga ljóta heilsan til Chelsea-fjepparar mánakvøldið.

Tað var ein heldur øðrvísi og ófólkaligur málfagnaður, ið Watford-áleyparin, Troy Deeney, gjørdi í 4-1-sigrinum í Premier League ímóti Chelsea mánakvøldið.


Tríggjar minuttir fyri hálvleikssteðgin legði Troy Deeney Watford á odda 1-0 við einum brotssparki, og í málfagnaðinum gjørdi hann ikki mætari enn at vísa Chelsea-viðhaldsfólkunum fingurin.


Enska fótbóltssambandið, FA, tók sum vera man hendingina upp, men eftir at hava hugt nærri at henni, er FA komið fram til, at 29 ára gamli áleyparin ikki fær leikbann fyri at hava víst fingurin.


- Sjónbondini vórðu løgd fram fyri einari dómsnevnd við trimum fyrrverandi dómarum á hægsta støði. Teir vórðu spurdir hvør sær, um atburðurin var til eitt reytt kort, greiðir ein FA-talsmaður frá á Twitter.


Svarini hjá teimum í dómsnevndini góvu onga orsøk til at geva Troy Deeney leikbann, men Watford-áleyparin fær tó í næstum eina skrivliga ávaring frá fótbóltssambandinum.